Tað sær út til at rigga bara heilt væl hjá FINA og ávísum svimjarum, at hava World Cup stevnur á stuttgeil, beint aftaná stóru summarstevnurnar á langgeil. Í farnu viku setti ungarska Katinka Hosszu heimsmet í 100, 200 og 400 metra blandaðari svimjing, tá ið tey svumu í Doha, og nú í gjár setti hon so aftur heimsmet í 200 metra blandaðari svimjing, umframt at landsfelagin Daniel Gyurta setti heimsmet í 200 metra bringusvimjing.
Continue reading Heimsmetini rapa á World Cup í Doha og Dubai