Her er okkurt sum eg smekkaði saman í kvøld, frá videoupptøkum gjørdar á innanhýsis stevnu hjá FLOT hin 5. februar 2012. Nokk so larmandi, men tað var tað eisini í høllini 🙂
Tag: flot
SSF á vitjan hjá FLOT í Runavík
Mikukvøld var tað so FLOT sum stóð fyri tørni, á rundferðini hjá starvsnevnd og svimjinevnd SSF, at vitja føroysku svimjifeløgini. Í mun til í Fuglafirði og í Leirvík varð her meira tosað um teir svimjarar sum liggja beint uttanfyri landslið, við tað at støðan í føroyskari svimjing sum onkur tók til er rættiliga góð hvat teimum yngstu viðvíkur, og teimum bestu, men verri við teimum sum eru í millum hesar báðar hópar.
FLOT fingið nýggja heimasíðu
Svimjifelagið FLOT avdúkaði herfyri sína nýggja heimasíðu, www.flotsvim.com, tá ið skipað varð fyri hugnaløtu síðsta týsdag eftir árligu innanhýsis kappingina, har øll svimja, og øll fáa heiðursmerki.
FLOT fingið nýtt búmerki
Svimjifelagið FLOT avdúkaði í kvøld eitt prýðiligt nýtt búmerki, og nýggjar FLOT-draktir eisini, við tilhoyrandi blusum, jakkum, taskum og líknandi. Hetta var á fundi í kantinuni við Løkshøll, har svimjararnir fingu møguleika at passa ymsu støddirnar og bíleggja sær sett við stórum avsláttri frá Berglon. Orsøkin til at skifta búmerki, er at gamla merkið var í fleiri litum, og tí rættiliga dýrt at prenta á klæðir, í mun til hetta nýggja einlitta.
Gravgangur eftir at sleppa at svimja
Pálin bað meg heilsa øllum í gjár, at tað fyribils ikki eru fleiri pláss á liðunum hjá FLOT. Tey kundu gott brúkt eitt lið afturat, segði hon, og støðan er mær vitandi nakað tann sama í Havn, har innskrivingarpappírini gingu undan og alt, tá ið fólk meldaðu seg til síðsta mikukvøld. Ein hin størsti trupulleikin er sum kunnugt pláss í hylinum, men eisini fólk at skipa fyri venjingunum.
FLOT royndarkoyrir “venjaravenjing”
Komandi týskvøld klokkan 20 royndarkoyra vit fyri fyrstu ferð eitt nýtt slag av venjing á Toftum, sum vit hava valt at kalla fyri “venjaravenjing”. Hetta er eitt tilboð til serliga venjararnar hjá FLOT, at sleppa í hylin eina ferð um vikuna at svimja nakrar metrar, fyri síðan í felag at royna okkurt svimjitekniskt uppá sín egna kropp. Tú kanst kalla tað eitt slag av masterssvimjing, blandað upp við regluligum repetitiónum av tí sum man lærir til dømis á merkjaskipanar-skeiðunum, og við royndarkoyring av øllum tí nýggja sum kemur fram innan svimjiteknikk.
Onkur dugir enn …
Eitt stutt videobrot frá skjótt samanskrumblaðu kappingini millum FLOT og FS, seinasta leygardag. ‘Offisiella’ tíðin hjá Paula var 23.97 sekund, meðan Rúni her í videoini fær hana at vera 24.0, og Sonni hoyrist fáa 23.6. Eg havi eisini lagt nakrar myndir út her á Flickr, frá tiltakinum í Fuglafirði, og so skrivar FS eisini um tað her.
33 sekund betri
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 18.46:
Joan Kristina betraði 15 sekund um sína bestu tíð í 100 frí, og Susan 18, tá ið tær vunnu hvønn sín riðil í morgun. Hvalirnir eru gávur til allar riðlavinnarar.
umvegis flot.info
FLOT og Reki ovast
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 18.46:
umvegis flot.info
Shoppa
Køge, 25. oktober, 2007 kl 12.06:
Vit (FLOT) hava svomið og etið og fara nú í stórcentur at shoppa. Hjá FLOT er ca. 1 vaksin til hvørt barn, so hetta er lætt at samskipa.