Viðfestur er úrslitalistin frá svimjistevnuni á Toftum hin 1. februar 2014, sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri, fyri yngru bólkar okkara 2-3 gentur og 3-4 dreingir. Tað eru børn fødd í 2002 og yngri.
Stevnan var merkt av ringa veðrinum hesa tíðina, so at suðuroyingar meldaðu avboð vegna ivasamt sjósamband, og klaksvíkingar vórðu seinkaðir tí at vegurin stongdi.
Luttøkan kundi verið betri, men tó so var tað rættiliga rættvíst, at Reysti vann nógv mest í yngra bólkinum, og Havnar Svimjifelag og Reysti eina rúgvu í tí eldra.