Føroysk svimjing hevur seinastu árini víst stóra framgongd við flottum úrslitum her heima og úti í heimi. Serliga hava úrmælingarnir, við Pál Joensen á odda, verið ímyndin av framgongdini. Men hvussu stendur til við breiddini? Er vandi fyri at breiddin dettur í millum, tá úrmælingarnir strúka avstað?
Tag: FM
So er nýggja bólkabýtið sett í verk
Føroyska svimjiárið byrjar offisielt tann 1. september á hvørjum ári, og dagurin í dag er tí dagurin tá ið vit skifta til nýggja bólkabýtið. Gomlu metini í bólki 1, 2, 3, 4 og 5 verða nú fryst og arkiverað, og skift verður so til eina meira altjóða skipan, við ‘seniorum’ og ‘juniorum’, umframt trimum yngri aldursbólkum. Størsti munurin er tó, at aldursbólkarnir nú eru forskotnir, so at gentur fyrr koma í ein ávísan bólk, enn dreingir.
Bólkarnir eru í ár:
- Senior: Gentur árgang 92 og eldri, dreingir árgang 90 og eldri
- Junior: Gentur árgang 93-94, dreingir árgang 91-92
- Bólkur 1: Gentur árgang 95-96, dreingir árgang 93-94
- Bólkur 2: Gentur árgang 97-98, dreingir árgang 95-96
- Bólkur 3: Gentur árgang 99 og yngri, dreingir árgang 97 og yngri.
Meistarastevnan fyri juniorar (“UM”) verður avgreidd í innleiðandi partinum av FM, og ein onnur SmáUnglingaMeistarastevna (“SUM”) verður so fyri bólk 1, 2 og 3. Árið í ár verður eitt ár við nógvum juniormetum, við tað at tey byrja við einum ‘blankum’ arki, meðan seniormetini nokk eru kend allíkavæl (tað eru tey bestu yvirhøvur). Føroysk met verða ikki skrásett fyri bólk 1, 2 og 3, men ein ranglisti verður gjørdur hvørt árið.
Sí annars t.d. susvim.com Continue reading So er nýggja bólkabýtið sett í verk
Hvar eru tey næst bestu?
UM sum eg sá tað.
Nógv prát er hvørt ár um tey bestu vs tey næst bestu. At tey bestu fáa so nógv, og at ov stórur munur er á toppinum og breiddini í føroyskari svimjing. Nú var eg til UM í Vági (hvar skuldi eg annars veri?) og má sigast sum er, at ikki hendi nógv at skriva heim um. Og tá ið ein sær í bakspegli, so veit eg ikki hvat eg skal meina um UM, tey sum “grenja” um munin (topp-breidd) ella tey í svimja til UM. Men her eru so nakrir tankar í eg gjørdi mær.
Fríggjakvøldi hendi ikki so nógv, okkurt bólkamet var svomi í hús sum jú er fínt, men kvalitetsvimjingar vóru annars ikki so nógvar. Flest Fina stig fóru til Juttu í 200 frí, 726 stig fekk hon og persónligt met við 2 sekundum, men hettar er heili 74 stig frá metinum hjá Elspu sum royndi seg í 100m firvald uttan tó at hótta metinum hjá Nathaliu sum fall fyri aldursgrensuni. Ein lítil duellir var ímillum Maluna og Elspu í 50m bringu, Malan setti nýtt bólkamet og undir OYL kravtíðina, men uttan at imponera meg ella seg sjálva, máli var jú nakað heilt annað enn ein tíð. Dagmar Winther vísti, eins og aðrar ungar gentur úr Havn, at hon eisini er ein í vit mugu taka í álvara um eitt ár ella 2 tá ið vit práta FM og A-Landslið. Bert Høgni Miné vísti nakað hjá harrunum og svam ein góðan 200m blandað. Eg hevði annars vanta at tey ið ikki sluppu upp í part til FM fóru at gerða um seg, men hóðast nøkur fá royndu, so var ov leingt ímillum til at eg kann góðtaka UM sum eitt meistaraskap, but sorry, tað hevði eti meg upp! Og her er nokk so nógv at taka av, sigst her suðuri :-)))
Leygardagur var eitt sindur sum fríggjakvøldi, tungur við onkrum sólarglotta inn ímillum. Eitt nú var Høgni aftur uppá spæl, og vísti sítt talent og potentiali við einum góðum 400m blandað, men skuffaði eitt sindur í 400m frí. Hvat nú um UM var størri, hevði meira bit í sær, so at hesin ungi ørvingurin :-)) slapp at útfolda seg enn meira, hann var jú bert ein skuggi av sær sjálvum til FM vegna sjúku. We will never know! Pál svam annars nærum ”baglens” til UM og var 100% anonymur. Kári royndi seg sum Elspa, við alternativum kappingum og sá mest av øllum út til “bert” at hugna sær. Jutta & Malan svumu næstan allar kappingarnar. Mona svam allar og tung sum hon var, var tað uttan at imponera. Eitt Føroyskt met kom úr hattinum hjá Mulan hendan dagin. Hóðast tunga venjing og eitt gott FM so betraði Malan um sítt egna met í 200m bringu, hon gjørdi tað við einans 7 tøkum pr.25m til seinasta 25m tá ið Elspa bankaði ov hart uppá :-)) og fyri at royna sína styrki, so svam hon 400m bringu eftir somu uppskrift í tíðini 5:56:84 eina lítla løtu seinni. Elspa royndi seg annars í 200m firvald, um tað var meti hon fór eftir veit eg ikki, men tíðin rakk bert til eitt 2. pláss til FM og sigur sína lítlu søgu um hettar UM. Fólk eru tung, og “tendra ikki uppá” UM sum eitt meistaraskap.
Men hvat vísir so hettar UM? Lat meg byrja við at seta tað soleiðis upp: Fyrst fjerni eg Elspu, Juttu, Monu, Maluna, Bjørg, Pál og Kára av tí hesi hava umboða landsliðið utanlanda hettar kappingarári og enn høvdu UM aldur. Hvat stendur so eftir um eg hugsi FM-OYL profilar til UM ? Jú har eru nøkur fá, Guðrun, Maria, Pauli, Svein og Høgni, men er tað ikki ov tunt ? Høvdu hesi svomi UM um fyrrnevndu fólk ikki vóru við ? Høvdu tey svomi líka skjótt ? Hvar eru tey næst bestu nú profilarnar ikki svumu upp til sítt besta ? Verður UM ikki misvísandi um ein hugsar meistaraskap tá ið úrslitalistin verður gjøgnumgingin ? Ein má kanska bara síggja í eyguni at UM (bólkur 4 & 5) er so tunt, at tað ikki letur seg gera at hava meistarskapsstemning uttan at opin bólkur er við.
Stemningur er fyri at hava UM í Novembur sum seinastu útøkukapping til NJM, og at vit brúka NJM aldursbólkar suplera við opnum bólki, so at øll tey “vaksnu” hava dupulta sæson, men verður hettar til nakað? Eru vit før fyri at broyta okkum? tora vit at royna nakað nýtt? Skulu vit læra at svimja super skjótt um veturin og enn skjótari um summari. So kanska Elspa og Shaila svumu firvald ímóti hvørjari aðrari, ella kanska Jutta og Elspa í 400m frí ? Kári og Pál í 200m firvald, ja kanska í 200m rygg krydra við Høgna Miné 🙂 Pál og Jákup í 200m bringu ? Pál og Høgni í 400m Blandað, og kanska Jákup og Andrass við ? Andrass og Pál í 200+400frí… puha har er so nógv at taka av, K.O & Co (sprintararnar), allar tær spennandi kappingarnar sum vit ikki síggja so ofta í Føroyum. Tað hevði veri reint svimji guff (sum FM:-)) og ein kann hugsa sær at tað hevði skumpa enn meira til útviklingin hjá tí einstaka. Og at øll ikki noyddist av landinum fyri at fáa kapping. Lat okkum halda kappingina her í Føroyum um tað ber til. Og til tey í finnast at føroyskari svimjing, og teimun tilboðum ella manglum uppá somu, Hjálpi Til! So kanska vit saman kunnu náa tí ið nøktar tann tørv ið tey bestu, og næst bestu :-) hava fyri at halda áfram við tí vit jú øll dáma so væl, svimjing.
UM sum vit kenna tað í dag hevur vónandi verði fyri seinastu ferð. Hvat so alternativi skal verða, ja tað má svimjinevndin finna útav. Men vónandi er tað svimjingin í vinnur, og ikki trondgin til eina 3-4 mánaðar svimjiferiu. Eg meini so at vit eiga at hava eina opna kapping so seint sum gjørligt um summari fyri at halda jarninum í eldinum og kanska hevði tað veri eitt hugskot um vit høvdu eina opna galla kapping um summari, og at vit øll høvdu telt við, og høvdu grillfest um kvøldi samt ársins ditt og datt :-) So var kapping og hugni alt í einum, okkurt til øll kanska ? Eg havi verði til slíka kapping í DK, og tað var stak hugnaligt. Ein skal bara minnast til at lata seg betur í, vit búgva jú í Føroyum 🙂