HS vann fyrsta FM fyri lið

Havnar Svimjifelag gjørdist fyrsta felag sum varð føroyameistari fyri lið, tá ið hendan stevna varð hildin í Tórshavn nú leygarkvøldið 11. juni. Tey vunnu rættiliga greitt við 119 stigum ímóti 83 til Ægir, sum tíverri var einasta annað luttakandi felag. Niðanfyri sæst Kristina Eliasen taka ímóti steypinum fyri Havnar Svimjifelag, og Óluva Jacobsen og Victoria W. Eysturdal fyri Ægir. Fleiri myndir síggjast her í myndasavninum hjá Jákupi Jacobsen.

FM fyri lið 2011

FM fyri lið verður í morgin

Fyrsta føroyska meistarastevna fyri lið verður í annaðkvøld í Havn, 11. juni 2011. Kappingin er skipað nøkulunda sum landsdystirnir ímillum Føroyar og Ísland, at tey kappast í umleið 2,5 tímar frá kl 19:30, har hvørt felag her kann stilla við éinum svimjara í hvørjari kapping, og stig so verða givin fyri hvussu góðar plaseringar hvørt felag fær. Sí viðfestu innbjóðing. Tíverri eru tað bara Havnar Svimjifelag og Ægir sum hava meldað til hesu ferð, og stevnan verður tí mest at rokna sum eitt ‘dual-meet’ millum hesu bæði feløg, har besta felagið so har afturat fær heiðurin at vera fyrsta besta lið í Føroyum.

DSC00794