Aja, leingi er tað ið væl skal vera – Her eru nakrar útvaldar myndir frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, sum var í Páls Høll í Vági hin 3. til 5. juli 2020. Serliga av heiðursmerkjavinnarunum umframt teimum sum vunnu nálir og settu met.
Continue reading Myndir frá FM & JM á langgeil 2020Tag: FM/JM 2020
Nógv persónlig met á FM/JM 2020
Nú eru úrslitini frá FM/JM 2020 at finna eisini her á SwimRankings, har ein av snildu funkunum er at kunna fáa eitt skjótt yvirlit yvir hvørji sum betraðu seg og ikki.

Og tað sær gott út – Av teimum tilsamans 60 sum luttóku á hesum FM, vóru tey 52, ella umleið 87%, sum settu í øllum førum éitt persónligt met.
Continue reading Nógv persónlig met á FM/JM 2020So er tað FM/JM 2020
Hetta vikuskiftið verður Føroyameistarastevnan og Juniormeistarstevnan 2020, á langgeil í Páls Høll í Vági. Luttakaralistin er nú almennur, sum bendir á nógvar spennandi kappingar millum teir 59 svimjararnar, sum hava boðað frá luttøku.

Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2020
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya ætlar at skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 3. til 5. juli 2020.
