Nú síggjast úrslitini frá FM/JM/Føroyaleikum 2021 endiliga her á SwimRankings, sum ger tað lættari at síggja millum annað, hvussu tað gekst hjá hesum ymisku svimjarunum og feløgunum á Føroyameistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021.
Continue reading Nógvar betringar á FM/JM 2021Tag: FM/JM 2021
Myndir frá Føroyaleikum ísv FM og JM í svimjing 2021
Myndafólk hjá Føroyaleikum var og tók myndir frá setanini av Føroyaleikum í Vági, umframt frá svimjistevnuni í Páls Høll. Eg meini at eg havi fingið allar við her, sum hava við Føroyameistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil at gera, í myndasavninum niðanfyri
Úrslit frá FM & JM á langgeil 2021
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2021, í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli, sum partur av eisini Føroyaleikum 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings
Fínur annar dagur eisini á FM/JM/Føroyaleikum 2021
Okkara ungu svimjarar hava verið raskir aftur í dag, nú fyrst JuniorMeistarastevnan varð avgreidd fyrrapartin, samstundis sum øll svumu um at koma í FM-finalurnar seinnapartin, ið so aftur vórðu avgreiddar út á kvøldið. Nógvar góðar tíðir, og góður innsatsur frá øllum sum vóru til staðar, her suðuri í Páls Høll í Vági.
SuSvim hevur til nú tikið alt á FML 2021 í bringusvimjing fyri menn
Hóast tey ikki á sama hátt sum onnur ár hava Róland Toftum at dúva á, so eru suðuroyingar øgiligir í bringusvimjing, nú teir í gjár tóku øll FM-heiðursmerkini í 200 metra bringusvimjing fyri menn, og síðani í gjár tóku eisini øll í 100 metra bringusvimjing fyri menn. Í morgin er so 50 metra teinurin eftir, har Róland eisini er á startlistanum, soleiðis at SuSvim eigur 4 tær bestu tilmeldingartíðirnar.
Frá vinstru Rani Jacobsen (silvur), Jón Hofgaard (gull), Rúni Dahl (bronsa)
Frá vinstru Rani Jacobsen (silvir), Jón Hofgaard (gull), Heini Hansen (bronsa)
Suðuroyar Svimjifelag tók báðar kongateinarnar
Suðuroyar Svimjifelag átti kanska eitt av størru yvirraskilsum á hesi Føroyameistarastevnu, tá ið tey í kvøld megnaðu at vinna gull bæði í 100 metra frísvimjing fyri kvinnur, og í 100 metra frísvimjing fyri menn.
Fyrst varð Alisa Vestergård føroyameistari í 100 frí fyri kvinnur
Og síðani varð Bartal Debess føroyameistari í 100 frí fyri menn
Hóast allar kappingargreinar sjálvsagt hava sama formella status í kappsvimjing, so eru vit í øllum førum summi sum hava hug at kalla 100 frí fyri ‘kongateinin’, tí at tað er ein hin mest elsta og mest populera greinin, til dømis á Olympisku Leikum.
Og her var SuSvim also best í dag, bæði hjá monnum og hjá kvinnum.
Ægir trý met í tveimum riðlum
Høvuðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti hevði roknað tað væl út, tá ið liðini hjá Ægir skuldu mannast í dag, til liðsvimjingarnar í 4 ferðir 100 metrar blandaðari svimjing fyri mix-lið: Fyrst setti onnur liðsvimjingin føroyskt juniormet í innleiðandi riðlunum í morgun, tá ið tey vunnu gull á JML 2021; og síðani settu báðar liðsvimjingarnar met í finaluni, onnur føroyskt met og hin føroyskt juniormet, tá ið tey vunnu ávikavíst gull og bronsu á FML 2021.
JML 2021 og innleiðandi til FML: “Ægir 2” 4:55.32 og føroyskt juniormet (og JM-gull) í 4×100 blandað fyri mix-lið, har HS átti juniormetið á 4:56.65 frá Atlantic Open 2021. Tey sum svumu fyri “Ægir 2”, vóru Heini M. Askham (rygg), Sofía Toftegaard (bringa), Róa Trygvadóttir (firvald) og Hanus Lydersen (frí)
Finalan á FML 2021: “Ægir 2” 4:49.13 og føroyskt juniormet (og FM-bronsu) í 4×100 blandað fyri mix-lið, har “Ægir 2” átti juniormetið á 4:55.32 frá innleiðandi riðlinum. Tey sum svumu fyri “Ægir 2”, vóru Líggjas Joensen (rygg), Sofía Toftegaard (bringa), Jonna Joensen (firvald) og Hanus Lydersen (frí)
Finalan á FML 2021: “Ægir 1” 4:29.30 og føroyskt met (og FM-gull) í 4×100 blandað fyri mix-lið, har SuSvim átti juniormetið á 4:35.11 frá Atlantic Open 2021. Tey sum svumu fyri “Ægir 1”, vóru Signhild Joensen (rygg), Heini M. Askham (bringa), Malan Jóhansdóttir (firvald) og Martin V. Sivertsen (frí)
Ein fínur fyrsti dagur á FM/JM/Føroyaleikum 2021
Hóast í so nógvir av okkara bestu svimjarum eru givnir, hetta góða árið sum korona hevur herjað, so var hesin fyrsti dagurin avgjørt bæði spennandi og lovandi, á FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021. “HS Mix 1” trýsti føroyska metið eitt fitt petti niður í 4×100 frí fyri mix-lið, og teir yngru svimjararnir góvu í heilum teimum eldru skarpan gang, eisini í FM-finalunum.
“HS Mix 1” 3:56.41 og føroyskt met í 4×100 frí fyri mix-lið
Skjótasta liðsvimjingin hjá Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroysku Meistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil 2021 svumu teinin uppá 3:56.41, har Ægir áttu metið frá Atlantic Open 2021 á 4:04.81. Tey sum svumu fyri “HS Mix 1”, vóru Ronja Ró í Dímun, Johan Nónskarð Dam, Villiam Marius Samuelsen og Vár Erlingsdóttir Eidesgard, sí úrslistalistan her
Beinleiðis úrslit og stroyming frá FM/JM/Føroyaleikum 2021
Svimjisambandið stroymar aftur í ár frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, sum er í Páls Høll í Vági nú hin 9. til 11. juli 2021, og sum kunnugt er partur av eisini Føroyaleikum 2021.
Sí YouTube-rásina hjá Svimjisambandi Føroya
Hartil verða startlistar og úrslit sum vant løgd út her á LiveTiming.se, við møguleika fyri eisini at fylgja við tíðum frá kappingini beinleiðis.
- Startlistar: http://livetiming.se/program.php?cid=5948
- Úrslit: http://livetiming.se/results.php?cid=5948
- LiveTiming: http://livetiming.se/live.php?cid=5948