Luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á stuttgeil 2022 síggjast nú her á livetiming.se. Tilsamans eru tey 31 kvinnuligir og 36 mannligir svimjarar sum fara at kappast á hesum meistarastevnum, í Svimjihøllini í Gundadali nú í vikuskiftinum, hin 11. til 13. november 2022.
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 4. til 6. juni 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Havnar Svimjifelag setti í gjár føroysk met í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroyameistarastevnuni 2022 svumu hendan tein uppá 3 minuttir, 54 og 52 hundraðpartar. Havnar Svimjifelag átti nú farna metið á 3:56.41, frá hesi somu stevnu í fjør summar.
Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2022 svumu teinin uppá 4 minuttir, 16 sekund og 85 hundraðpartar. Suðuroyar Svimjifelag átti nú farna metið, á 4:25.50 frá Atlantic Open í apríl mánaða.
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 4. til 6. juni 2022. Luttakaralistarnir síggjast eisini her á livetiming.se