Cecilia Eysturdal úr Ægir setti í morgun nýtt juniormet í 1500 frí, við at svimja 18:30.11 har kravtíðin til at seta juniormet var 18:46.73. Monika Biskopstø svam við 18:33.52 eisini klárt undir kravtíðina til juniormet, men fær tað ikki tí at Cecilia svam skjótari.
Hervið eru til nú eini 6 føroysk met og 16 juniormet sett á FM/JM 2010, umframt at Astrið Foldarskarð tangeraði metið hjá Helenu Strøm Sævarsdóttir í 50 firvald.