FM vinnarar eru skjótari nú enn nakrantíð

Eitt FM við 13 føroyskum metum og 21 juniormetum boðar frá høgum støði. Um vit samanbera gull-tíðirnar frá FM 1985 og FM 2004-11 í 2009 FINA stigum, síggja vit framgongd annaðhvørt ár tá Oyggjaleikir eru og líðandi framgongd frá 2004 til 2011. Hyggja vit at leypandi FINA stigum, so liggja FM gull-tíðirnar nokk so javnt, tó so eitt sindur fallandi síðani FM 2007.

Continue reading FM vinnarar eru skjótari nú enn nakrantíð

Føroyavinur: Færøske mesterskaber overgår danske mesterskaber

René Thomsen skrivar hesi fínu orð á SwimNews.dk, sum eg loyvi mær at endurgeva:

For kort tid siden slog sidste svømmer hånden i kanten ved de Færøske Mesterskaber i svømning – et mesterskab som vi danskere kan lære rigtig meget af.

FM 2011 - Pál klárur á geil 5
Continue reading Føroyavinur: Færøske mesterskaber overgår danske mesterskaber

Enn eitt ófatiligt FM í svimjing

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya skipaði her í vikuskiftinum fyri árligu Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í svimjing, í svimjihøllini í Gundadali. Undan kappingini var ivasamt um støðið fór at vera líka høgt sum í fjør, við tað at úttøkan til Oyggjaleikir longu var í apríl mánaða, men úrslitið var tó at hetta gjørdist greitt besta Føroyameistarastevna nakrantíð.

CIMG5840

[Pál Joensen í startstøðu á FM/JM 2011, einsamallur seniorur í onkrum innleiðandi riðli]
Continue reading Enn eitt ófatiligt FM í svimjing

Pál vann mest á FM/JM 2011

Hóast hann fekk mótstøðu nakrar ferðir á FM/JM 2011, so megnaði Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag at vinna flest heiðursmerki tilsamans á FM/JM 2011, eisini hóast hann sum seniorur ikki kundi vinna nakað í juniorbólkinum. 11 gull og 3 silvur bleiv tað til hjá vágbinginum, í mun til at Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjfelag vann 11 gull og 1 bronsu (íroknað heiðursmerki í juniorbólkinum), og tær báðar Cecilia W. Eysturdal og Turið S. Christiansen úr Ægir hvør síni 8 gull og 1 bronsu.

Pal-vid-steypum-a-FM-2011

Í juniorkappingini vann Magnus Jákupsson mest við 6 gullheiðursmerkjum, og Birita Debes úr Ægir mest hjá gentum við 4 gullheiðursmerkjum og 2 silvur. Í seniorkappingini vann Pál sum sagt greitt flest heiðursmerki – 11 gull og 3 silvur – meðan Magnus vann 5 gull og 1 silvur, og Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen hvør síni 4 gull. Mest vinnandi stafettir vóru Ægir hjá kvinnum og HS hjá monnum, sum vunnu hvør síni (øll) 6 gullheiðursmerki.
Continue reading Pál vann mest á FM/JM 2011

3 føroysk met og 5 juniormet, 3. dag á FM 2011

Triði dagur minnti eitt sindur um fyrsta dag, tá ið tað kemur til tal á metum á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2011. Eitt sindur verri enn gjárdagurin, men tó ríkiliga nóg mikið til at føroysku svimjararnir settu væl fleiri met á FM/JM 2011, enn í 2010 og 2009.

3 føroysk met og 5 juniormet, afturat teimum 10 føroysku metunum og 17 juniormetunum sum vórðu sett á FM/JM 2011 til og við í gjár. Sostatt eini 13 føroysk met og 22 juniormet tilsamans, í mun til 7 føroysk met og 21 juniormet á FM/JM 2010, og 7 føroysk met og 13 juniormet á FM/JM 2009

Føroysk met

  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 55.34 í 100 rygg
    – hann átti sjálvur metið 55.64 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða
  • Ægir kvinnur (1993) – 1:48.99 í 4×50 frí
    – Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal, Astrið Foldarskarð og Hildur á Fløtti
    – SuSvim átti metið 1:50.24 frá SuSvim stevnu í mars mánaða
  • HS menn (1990) – 1:35.29 í 4×50 frí
    – Magnus Jákupsson, Dánjal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr
    – HS átti metið 1:35.59 frá FM 2010

Continue reading 3 føroysk met og 5 juniormet, 3. dag á FM 2011

Ægir vann flest heiðursmerki á FM/JM 2011

Ægir vann 39 gull, 16 silvur og 22 bronsuheiðursmerki á FM/JM 2011. SuSvim vann næstflest 13 gull, 20 silvur og 10 bronsu, meðan HS vann triðflest 10 gull, 10 silvur og 13 bronsu. Ægir vann flest heiðursmerki bæði millum juniorar, í juniorkappingini 21 gull, 10 silvur og 11 bronsu, og í seniorkappingini 18 gull, 6 silvur og 11 bronsu.

Heiðursmerkjabýti millum feløg, FM/JM 2011

Felag Gull Silvur Bronsu
Ægir 39 16 22
HS 23 17 18
SuSvim 20 37 24
FS 2 13 14
FLOT 0 0 1

Continue reading Ægir vann flest heiðursmerki á FM/JM 2011

HS menn 1:35.29 og føroyskt met í 4×50 frí

Teir fýra Magnus Jákupsson, Dánjal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Øssursson Mohr megnaðu í kvøld á FM/JM 2011 at seta føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:35.29 har metið hjá HS frá FM í fjør var 1:35.59.

Magnus Jákupsson var hartil líka við at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing, sum fyrsti maður í stafettini, tá ið hann við tíðini 23.28 var bara 4 hundraðpartar frá metinum hjá Paula Ø. Mohr frá World Cup í Berlin í 2009 á 23.24.

Ein ófør tíð hjá Magnusi, tá ið hugsað verður um at Pauli í 2009 svam í superdrakt, har teir nú svimja í stuttibuksum, og at besta tíð síðani bannið fyri superdraktum við ársbyrjan 2010 var vinnaratíðin hjá Paula Ø. Mohr í 50 metra finaluni í gjár, 23.60.

Magnus 55.34 og føroyskt met í 100 rygg

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, við tíðini 55.34, har metini hjá honum frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða var 55.64. Tíðin var eisini undir gullvinnaratíðini hjá Grant Halsall frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009. Sí úrslit her á livetiming.se.