Kristina 1:05.81 og juniormet í 100 firvald

RÆTTING: Kristina er seniorur, og kann tí sjálvsagt ikki seta juniormet. Tí ‘bara’ føroyameistari. My mistake! …

Kristina Eliasen úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 100 metra firvaldasvimjing, við tíðini 1:05.81 har juniormetið hjá Biritu Debes frá HS stevnu í desember mánaða var 1:06.54. Sí úrslit her á livetiming.se.

6 føroysk met og 11 juniormet, 2. dag á FM 2011

Tað gjørdist ein enn betri dagur í dag enn í gjár, tá ið føroysku svimjararnir á øðrum degi av Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2011 settu tilsamans 11 juniormet og 6 føroysk met, afturat teimum 6 juniormetunum og 4 føroysku metunum í gjár. Harvið hava tey til nú sett tilsamans 17 føroysk juniormet og 10 føroysk met á FM/JM 2011, í mun til 21 juniormet og 7 føroysk met tilsamans á FM/JM 2010, og 13 juniormet og 7 føroysk met tilsamans á FM/JM 2009, áðrenn vit eru byrjað uppá triðja dagin.

Serliga er tað Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag sum er í serflokki, við til nú at hava sett eini 3 føroysk met og 5 juniormet, umframt at hann í liðsvimjingin hevur verið við til at seta 2 føroysk met og 1 juniormet. Tríggjar gentur hava klárað gullnálatíð, Cecilia W. Eysturdal við 4:22.88 í 400 frí, Tanja Skaalum við 4:23.93 í 400 frí og í Guðrun Mortensen við 26.40 í 50 frí
Continue reading 6 føroysk met og 11 juniormet, 2. dag á FM 2011

Guðrun 26.40 og føroyskt met í 50 frí

Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani føroyskt met og juniormet í 50 metra frísvimjing, við tíðini 26.40 har føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar frá EM í Rijeka í 2008 var 26.49, og juniormetið hjá Biritu Debes frá Ægir stevnu í februar mánaða var 26.54. Tíðin var undir gullvinnaratíðini hjá Shailu millum Garðarnar frá Oyggjaleikum á 26.63, og undir gullnálatíð 26.41. Sí úrslit her á livetiming.se.