Magnus 25.74 og føroyskt met í 50 rygg

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing, við 25.74 har føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá Oyggjaleikum á Álandi var 25.99, og juniormetið hjá Kára frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2008 var 26.11. Tíðin 25.74 er eisini undir vinnaratíðini hjá Grant Halsall á 25.87 frá Oyggjaleikum á Álandi. Sí úrslit her á livetiming.se.

Magnus 54.60 og føroyskt met í 100 firvald

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjfelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra firvaldasvimjing, við 54.60 har metið hjá honum frá úttøkustevnuni í apríl mánaða var 55.60. Magnus er sostatt greitt undir gulltíðini frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009, sum var Ben Lowndes av Guernsey við 55.49. Sí úrslit her á livetiming.se.

HS dreingir 3:46.09 og juniormet í 4×100 frí

HS dreingirnir Magnus Jákupsson, Óli Mortensen, Tummas J. Danielsen og Markus Joensen settu í morgun nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2011 svumu teinin uppá 3:46.09, har juniormetið hjá Havnar Svimjifelag frá FM 2010 var 3:46.22. Sí úrslit her á livetiming.se.

Ægir gentur 4:30.31 og føroyskt met í 4×100 blandað

Ægir genturnar Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal settu í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 4×100 metra blandaðari svimjing, tá ið tær á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í Havn svumu teinin uppá 4:30.31, har metið hjá Ægir frá FM 2010 var 4:30.63. Sí úrslit her á livetiming.se.

Magnus 26.11 og tangering av juniormetinum í 50 rygg

Magnus Jákupsson megnaði í morgun at tangera juniormetið hjá Kára J. á Høvdinum í 50 metra ryggsvimjing, við tíðini 26.11 sekund á FM/JM 2011, og liggur nú væl fyri til at taka bæði tað og føroyska metið hjá Kára sum er 25.99. Juniormetið hjá Kára er frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2008, og føroyska metið frá Oyggjaleikum í 2009. Magnus svimur fyri Havnar Svimjifelag. Sí úrslit her á livetiming.se.

4 føroysk met og 6 juniormet, fyrsta dag á FM 2011

Tað gongur upp á stás uppi í Gundadali, nú Føroyameistarastevnan í svimjing verður avgreidd. Hendan fyrsta dagin settu svimjararnir tilsamans 4 føroysk met og 6 juniormet, umframt at Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag tvær ferðir svam seg undir met í kapping har aðrar tó svumu enn skjótari.

DSC04555

Føroysk met

  • Magnus Jákupsson úr HS 2:01.08 í 200 rygg
    – hann átti sjálvur metið 2:03.12 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Eva Trygvadóttir úr Ægir 34.19 í 50 bringu
    – hon átti sjálv metið 34.29 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Ægir kvinnur 3:59.98 í 4×100 frí
    – Ægir átti metið 4:02.20 frá FM 2010
  • HS menn 3:57.99 í 4×100 blandað
    – HS átti metið 4:03.09 frá Oyggjaleikum í 2003

Continue reading 4 føroysk met og 6 juniormet, fyrsta dag á FM 2011

HS menn 3:57.99 og føroyskt met í 4×100 blandað

Teir fýra Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Bartal Hestoy og Dánjal Hestoy settu í kvøld nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaði svimjing, við 3:57.99 har metið hjá HS frá Oyggjaleikum í 2003 var 4:03.08. Teir eru sostatt fyrsta føroyska svimjifelag undir 4 minuttir í 4×100 blandað hjá monnum, og kunnu breggja sær av at vera skjótari enn tá ið Ásbjørn Hansen, Kristoffur Hentze, Dia Jacobsen og Andrass Thomsen gjørdust nummar 5 á Oyggjaleikum á Guernsey í 2003, við tíð sum hevði kunnað vunnið bronsu tá. Sí her á livetiming.se.

DSC_2783