Tær fýra Astrið Foldarskarð, Birita Debes, Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen úr Ægir settu í kvøld nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, við 3:59.98 har metið hjá Ægir frá FM í fjør var 4:02.20. Harvið eru tær eisini fyrsta føroyska svimjifelag undir 4 minuttir í 4×100 frí hjá kvinnum. Sí úrslit her á livetiming.se.
Tag: FM/JM 2011
Eva 34.19 og føroyskt met í 50 bringu
Eva Trygvadóttir úr Ægir setti í morgun føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á Føroyameistarastevnuni í Gundadali svam teinin uppá 34.19 sekund, har metið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl var 34.29. Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag kom eisini akkurát undir ta nú fyrrverandi føroyska metið við 34.28. Sí úrslit her á livetiming.se.
Magnus 2:01.08 og føroyskt met í 200 rygg
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti beint nú føroyskt met í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:01.08 har metið hjá honum frá úttøkustevnuni í apríl 2011 var 2:03.12. Tíðin er eisini nýtt føroyskt juniormet, við tað at Magnus hevur aldur til tess. Sí úrslit her á livetiming.se.
Turið 2:24.52 og juniormet í 200 blandað
Turið S. Christiansen setti beint nú nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, við tíðini 2:24.52 har juniormetið hjá henni frá innleiðandi riðlunum í morgun var 2:25.61, og áðrenn tað 2:26.55 frá Úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða. Turið svimur fyri Ægir. Sí úrslit her á livetiming.se.
Myndir frá FM/JM 2011
Video frá JuniorMeistarastevnuni í morgun
Sum í fjør verður FM/JM 2011 skipað soleiðis, at JuniorMeistarastevnan 2011 verður avgreidd í innleiðandi riðlunum um morgunin. Her á videoini eru tað Eva og Tanja sum dystast um at verða Juniormeistari 2011 í 50 metra bringusvimjing, samstundis sum tær og aðrar fara víðari til finalurnar í kvøld.
Ægir gentur 4:02.49 og juniormet í 4×100 frí
Tær fýra Cecilia W. Eysturdal, Turið S. Christiansen, Birita Debes, Óluva Jacobsen úr Ægir settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing, við 4:02.49 har juniormetið hjá Suðuroyar Svimjifelag frá Ægir stevnu í oktober 2010 var 4:06.83. Sí úrslit her á livetiming.se.
Cecilia 9:09.47 og juniormet í 800 frí
Cecilia W. Eysturdal úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt juniormet í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í Havn svam teinin uppá 9:09.47. Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag var líka í hølunum á henni, við 9:10.71 eisini undir juniormetið hjá Ceciliu á 9:13.07 frá SuSvim stevnu í mars mánaða. Sí úrslit her á livetiming.se.
Turið 2:25.61 og juniormet í 200 blandað
Turið S. Christiansen megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á FM/JM 2011 svam teinin uppá 2:25.61. Hon átti sjálv metið á 2:26.55 frá Úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða. Turið svimur fyri Ægir. Sí úrslit her á livetiming.se.
Okkurt løgið er á vási í Tórshavn
Jákup Jacobsen hevur lagt nakrar myndir út her á hs.fo, frá fyrireikingunum í Gundadali til FM og JM 2011. Nú er hetta gott nokk sjálvur aðalskrivarin hjá Svimjisambandi Føroya sum kemur gangandi inn í høllina, men har í frá og til at geva honum sína egnu inngongd …