Í ár var vandi fyri, at FM-tíðirnar fóru at vera eitt sindur slakari enn metárið í fjør, tí einki oyggjaleikapláss er at kappast um í ár. Men í miðal vóru FM gulltíðirnar í ár skjótari enn í fjør. Gulltíðir hjá staklingum síggjast her roknaði í 2009 Fina stigum og í leypandi stigum.
Continue reading FM vinnarar svimja uppaftur skjótari enn í fjør
Tag: FM/JM 2012
Úrslit frá FM/JM 2012
Viðfestir eru úrslitalistarnir frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2012 um vikuskiftið. Samlaða støðan gjørdist at Ægir ‘vann’ JM við 17 gullheiðursmerkjum, 18 silvur og 8 bronsu, og Suðuroyar Svimjifelag FM við 16 gull, 11 silvur og 7 bronsu. Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag var mest vinnandi juniorur við 8 gull og 3 silvur, Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag mest vinnandi juniorgenta við 7 gull og 2 silvur, Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag mest vinnandi seniorur við 11 gull og 1 silvur, og Birita Debes úr Ægir mest vinnandi seniorkvinna við 4 gull og 1 silvur.
Myndir frá Føroyameistarastevnuni 2012
Her eru nakrar myndir sum Bartal og eg hava tikið nú í leypi av Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2012. Sí eisini Flickr.
HS-menn 1:35.26 og føroyskt met í 4×50 frí
Teir fýra Magnus Jákupsson, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr megnaði á Føroyameistarastevnuni í dag at seta nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:35.26 har metið hjá HS frá FM í fjør var 1:35.29. Sí úrslit her.
SuSvim-kvinnur 1:47.37 og føroyskt met í 4×50 frí
Tær fýra Guðrun Mortensen, Helena S. Sævarsdóttir, Shaila millum Garðarnar og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag megnaðu á Føroyameistarastevnuni í dag at seta nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:47.37, har metið hjá Ægir frá Ægir-stevnu í februar var 1:48.47. Hetta í einum øgiligum endaspurti, sum SuSvim vann við éinum hundraðparti frammanfyri Ægir. Sí úrslit her.
Pál terpar millum riðlar á FM 2012
Pál Joensen terpar søgu millum 200 frí og 200 firvald innleiðandi riðlar á FM/JM 2012. Ikki so at vera svimjistjørna og ganga til eksamiu alt í senn 🙂
Ægir-dreingir 1:39.83 og juniormet í 4×50 frí
Teir fýra Heðin L. Olsen, Hjørtur á Fløtti, Alvi Hjelm og Sigmund Mørkøre settu í morgun nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra frísvimjing fyri lið, tá ið teir á FM/JM 2012 vunnu juniormeistarastevnuna við tíðina 1:39.83, frammanfyri HS-juniorar á 1:40.15 og SuSvim-juniorar á 1:41.58. HS-dreingir áttu metið á 1:41.75 frá FM/JM í fjør. Sí úrslit her.
HS-menn 3:28.93 og føroyskt met í 4×100 frí
Teir fýra Magnus Jákupsson, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, við tíðini 3:28.93 har metið hjá HS frá FM í fjør var 3:30.32. Sí úrslit her.
Ægir-kvinnur 4:27.11 og føroyskt met í 4×100 blandað
Tær fýra Birita Debes, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð og Cecilia W. Eysturdal úr Ægir settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing, við tíðini 4:27.11 har metið hjá Ægir frá FM í fjør var 4:27.59. Sí úrslit her.
Magnus 55.94 og føroyskt met í 100 blandað
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt føroyskt met og juniormet í 100 metra blandaðari svimjing, við tíðini 55.94 frammanfyri Pál Joensen á 57.69, har metið hjá Páli frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009 var 57.66. Sí úrslit her.