Tríggjar stafettir diskaðar í éinum riðli

Tríggjar stafettir vórðu diskaðar tá fyrri riðil í 4×100 blandað hjá kvinnum varð svomin í morgun. Á geil 3 og 5 tjóvstartaðu svimjarar hjá Suðuroy Gentur og Hs1. Seinni í onnur vending bleiv FLOT-svimjarin á geil 2 diskaður fyri at svimja á búkinum. Sostatt fingu bert Ægir á geil 4 góðkenda tíð í riðlinum og juniorheiðursmerki í morgun.

Video: Ægir-dreingir seta juniormet í 4×100 frí

Teir fýra úr Ægir, Alvi Hjelm, Sigmund Mørkøre, Hjørtur á Fløtti og Heðin L. Olsen, síggjast á geil 4. Tíðin hjá teimum var 3:41.20. Á geil 3 er HS2 (Magnus Jákupsson, Tummas J. Danielsen, Markus Joensen og Óli Mortensen) og meðan Suðringar (Eyðbjørn Joensen, Sofus Bech, Høgni Simonsen og Hjarnar Randrup) eru á geil 2. Tíðirnar hjá HS2 og Suðringum vóru ávikavist 3:43.88 og 3:50.68.

Søguliga høgt støði í 1500 frí

Gjáramorgun svumu Pál Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm tríggjar tær bestu tíðirnar, sum nakrantíð eru svomnar í einari 1500 FM finalu.

Úrslit frá FM 2012-2004 í 1500 frí

Continue reading Søguliga høgt støði í 1500 frí

HS-menn 3:56.04 og føroyskt met í 4×100 blandað

Teir fýra Magnus Jákupsson, Markus Joensen, Bartal Hestoy og Pauli Ø. Mohr settu í kvøld stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni í Gundadali svumu teinin uppá tilsamans 3:56.04, har føroyska metið hjá HS frá FM í fjør var 3:57.99. Sí úrslit her

DSC02306

Kristina Elin 27.67 og føroyskt met í 50 firvald

Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani risastórt nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing, við tíðini 27.67 har føroyska metið hjá Astrið Foldarskarð frá í morgun var 28.44. Tíðin er samstundis nýtt føroyskt juniormet, og undir kravtíð til EJM í Antwerpen í summar, sum tó ikki hevur so stóran týdning við tað at Kristina Elin er ov ung til at kunna luttaka. Astrið Foldarskarð var eisini væl og virðiliga undir metið frá í morgun, við tíðini 27.98 og Kristina Eliasen nær tí nú fyrrverandi við 28.74.

DSC02276

Poula 2:20.58 og føroyskt met í 200 blandað

Poula Øssursdóttir Mohr setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon svam teinin uppá 2:20.58, har metið hjá Elspu Mørkøre frá Thisted Cup í 2007 var 2:21.22. Besta tíð hjá Poulu áðrenn hetta var 2:24.76 frá Ægir-stevnu í februar. Og so var tað gullnál eisini. Sí úrslit her.

DSC02270