HS dreingir 4:02.79 og juniormet í 4×100 blandað

Teir fýra Magnus Jákupsson, Markus Joensen, Óli Mortensen og Tummas J. Danielsen settu í morgun stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaðari liðsvimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2012 svumu teinin uppá tilsamans 4:02.79, har metið hjá HS frá FM 2010 var 4:15.95. Altso ein betring á yvir 13 sekund, fordeild yvir 4 knassar. Sí úrslit her.

DSC02231

So er tað Føroyameistarastevnan 2012

Í morgin árini byrjar árliga Føroyarmeistarastevnan og Juniormeistarastevnan í svimjing, í Svimjihøllini í Gundadali frá kl 10:00. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.dk, og Kringvarp Føroya sendur so sjónvarp frá finalunum um kvøldið, í annaðkvøld forskotið kl 21:10, og so annars beinleiðis frá kl 17, leygardagin og sunnudagin.

CIMG5814
Continue reading So er tað Føroyameistarastevnan 2012

Startlistin til FM/JM 2012

Viðfestur er startlistin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2012, sum verður nú í vikuskiftinum frá fríggjamorgni 11. mai til sunnukvøld 13. mai. Skimma vit gjøgnum listan, so er tað skjótt greitt at Pál sær út til at fara at gera eitt stórt hál, við 13 fremstaplássum í styrkismetini, og at Magnus so liggur til at taka restina hjá monnum. Hjá kvinnum er tað meira skiftandi, at Poula, Cecilia, Astrið, Birita, Eva Kristina Elin Thomsen, Turið og Guðrun skiftast um at vera fremst.

CIMG5839

Innbjóðing til FM/JM í svimjing 11. – 13. mai 2012

Viðfest er innbjóðing til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í svimjing, vikuskiftið 11. – 13. mai 2012, umframt tilhoyrandi tilmeldingarfílur.

DSC04519

Tíðarætlanin er hendan:

  • Fríggjamorgun 11 mai – Upphiting kl 08:30, kapping frá kl 10:00
  • Fríggjadag 11 mai – Upphiting kl 15:30, kapping kl 17:00 – 19:00
  • Leygarmorgun 12 mai – Upphiting kl 08:00, kapping frá kl. 09:30
  • Leygardag 12 mai – Upphiting kl 17:00, kapping kl. 17:00 – 19:00
  • Sunnumorgun 13 mai – Upphiting kl 08:00, kapping frá kl 09:30
  • Sunnudag 13 mai – Upphiting kl.15:30, kapping kl. 17:00 – 19:00