Løgtingið vil hava Oyggjaleikir til Føroyar ár 2017

Sjálvstýrisflokkurin legði á løgtingsfundi 11. august fram “Uppskot til samtyktar um Oyggjaleikir í Føroyum í 2017“. Ætlanin er at stovna serstakan oyggjaleikagrunn at fíggja oyggjaleikirnar í 2017, íroknað at “átaka sær at skapa hóskandi karmar fyri ítróttina”, og at “fremja neyðug politisk átøk til tess, at landsins partur í fyrireiking og fígging av oyggjaleikunum ikki liggur eftir”. Uppskotið fekk sambært Kringvarpinum breiða undirtøku, og er tískil beint í Fíggjarnevndina, til víðari viðgerð.