Íslendska landsliðið sæst nú her á heimasíðuni hjá íslendska svimjisambandinum. Eg loyvi mær her niðanfyri at lista upp hesar svimjarar, umframt tær tíðir sum hesir hava klárað á íslendsku stutthyljameistarastevnuni um vikuskiftið, í teimum kappingargreinum sum eru valdar út til landsdystin nú leygardagin. Men gev gætur, at vit ikki enn vita, nágreiniliga hvør íslendingur sum fer at svimja hvat.
Menn:
- Bragi Þorsteinsson, SH – 50 firvald 25.52, 50 frí 23.20, 100 frí 52.15
- Birgir Viktor Hannesson, ÍA – 200 bringa 2:32.42
- Jakob Jóhann Sveinsson, Ægi – 200 bringa 2:07.75
- Kolbeinn Hrafnkelsson, SH – 100 frí, 56.31, 50 rygg 28.02, 200 frí 2:04.45
- Konráð Hrafnkelsson, SH – 100 frí 55.57, 200 frí 1:58.51
- Kristinn Ásgeir Gylfason, ÍRB – 100 frí 58.58, 50 firvald 26.01, 200 frí 2:01.93, 50 frí 24.83
- Njáll Þrastarson, SH – 100 frí 54.07, 200 frí 1:59.03, 50 frí 25.07
- Sindri Snævar Friðriksson, SH – 100 frí 52.82, 50 rygg 27.99, 50 firvald 26.19, 50 frí 23.72
Continue reading Íslendska liðið úttikið til landsdystin ímóti Føroyum