Ísland vann triðja landsdystin ímóti Føroyum

99 stig ímóti 81, tað er sami munur sum í fjør, men tó framgongd hjá okkum við tað at Ísland í fjør fekk eina liðsvimjing kolldømda. Stevnan sæst øll sum hon er á kringvarp.fo/netvarp, og hartil í bitum her á SwimmingWorld.TV. SwimmingWorld Magazine vóru skjót at leggja rósandi tíðindi um landsdystin her, og hartil síggjast splitt-tíðir og tílíkt her á LiveTiming.se.

Landsdysturin nevndur á ‘Streamlined News’

Hyggja síggj, nú vóru vit á morgunrásini hjá SwimmingWorld Magazine eisini. Video og avskrift avskrift her á SwimmingWorld Magazine.

An interesting Duel in the Pool is taking place tomorrow. Swimmers from Iceland and the Faroe Islands will meet to determine which is the better country, at least in the pool. On paper, the tiny nation of the Faroe Islands has the advantage, on the strength of Pal Joensen, who placed fourth in the 1500 free at the world championships. We will let you know who wins the meet on our world channel at swimmingworld.com.

Landsdystur ímóti Íslandi á triðja sinni

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú leygarkvøldið 8. oktober verður landsdystur millum Føroyar og Ísland í svimjing, í svimjihøllini í Klaksvík frá klokkan 18:30 til 20:30. Hetta er triðja ár á rað at skipað verður fyri hesum landsdysti, aðru ferð í Føroyum, har vit vunnu í Tórshavn í 2009, og Ísland síðani í Reykjavík í 2010.

CIMG0904
Continue reading Landsdystur ímóti Íslandi á triðja sinni

SwimmingWorld áhugaði í landsdystinum millum Føroyar og Ísland

Ja, hetta vendir rætta veg – SwimmingWorld.TV ynskir at sleppa vísa landsdystin millum Føroyar og Ísland, og Kringvarp Føroya er sinnað at loyva tí. Talan verður ikki um beinleiðis sending, men um at vit koma at senda teimum riðlarnar ein-og-ein, so at fólk sjálvi kunnu velja hvørjar kappingar tey vilja síggja. Kringvarp Føroya fer væntandi at vísa stevnuna beinleiðis á síni heimasíðu, og hartil verður hon so at síggja í sjónvarpinum, nú leygarkvøldið.

Ingibjörg og Eygló settu nýggj met í 50 rygg í dag

Ahem, ein landsdystur ímóti Íslandi verður kanska ikki heilt so lættur at vinna, um íslendarar senda síni bestu. Í gjárkvøldið setti Ingibjörg Kristín Jónsdóttir úr Sundfélagi Hafnarfjarðar til dømis nýtt íslendskt met í 50 metra ryggsvimjing, við 28.45 har gamla metið hjá Sarah Blake var 28,91, umframt at Eygló Ósk Gústafsdóttir úr Ægi setti nýtt ‘stúlknamet’ við 28.69. Til samanberingar er føroyska metið og juniormetið hjá Biritu Debes 29.00, so hon má rubba seg um hesar báðar koma við til Føroyar.