Frans Johannesen varð fyri løtu síðani nummar 3 í 200 metra bringusvmjing, tá ið hann á “Danske Mesterskaber for Hold 2013” svam teinin uppá 2:12.53, aftanfyri Emil Klinberg á 2:10.78 og Joachim Mortensen á 2:12.27. Sí úrslitalistan her
Tag: Frans Johannessen
Frans nr 3 í 200 blandað, Magnus best í 50 rygg
Teir báðir føroyingarnir við donskum svimjitjóðskapi kláraðu seg eisini væl á “Danske Mesterskaber for Hold” í morgun; í 200 blandað varð Frans Johannesen nummar 3 við 1:58.97, og í 50 rygg varð Magnus Jákupsson nummar 1 við 24.49. Úrslitið hjá Magnusi var serliga imponerandi, tí at hann harvið basti danska OL-luttakaranum Mathias Gydesen (24.54), sum venur í USA og hevur júst hesar stuttu rygg-greinar sum sergrein. Gydesen svam 100 rygg á OL í London, tit minnast kanska hvussu hann var 1 hundrapart frá hørðu OL-kravtíðini, og so endaði við at sleppa við allíkavæl.
Frans 1:49.79 og gull í 200 frí á Danish Open 2013
Sum teir søgdu á DR, so var góður møguleiki hjá øðrum at vinna gull í 200 frí, nú Mads og Pál ikki luttóku. Og Frans tók av, føroyingurin í Esbjerg sum tók dystin upp við ein annars í kappingini rættiliga dominerandi London 2012 luttakara Daniel Skaaning, sum førdi líka inntil Frans var longri í allarsíðsta taki. Sí úrslitalistan her
(Frans saman við Magnusi og Páli á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)
Her er ein samrøða sum svoem.dk hevði við Frans aftaná sigurin
Pál, Frans og Alvi í finalu í 400 frí
Pál Joensen svam seg í morgun sum væntað í finalu í 400 metra frísvimjing á Danish Open 2013, við fyri hann løttu tíðini 4:00.30, ið vísti seg at verða bestu tíð av teimum 20 í innleiðandi riðlunum. Føroyingurin við donskum svimjitjóðskapi Frans Johannesen svam seg eisini trygt í finaluna við 4:07.66 og fimtbestu tíð … og ungi klaksvíkingurin Alvi Hjelm kom eisini í finaluna við 4:08.67 og sjeyndbestu tíð (!). Sí úrslitalistan her
(Alvi óivað í gongd við okkurt spas á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)
Jón og Frans og hini shoppa í Thailandi
Eitt skemtiligt brot á On-Sport, har Rikke Møller Pedersen filmar ein túr til handils eftir matvørum í Thailandi, nú hon, danska landsliðið og Pál og Jón eru á venjingarlegu. Jón tosar um bringusvimjing, og Frans keypir turran fisk 🙂
Fantastiske færinger
Esbjerg Svømmeklub gjørdi í fjør eina vangamynd av brøðurnir Sørin og Frans Johannesen. Greinin “Fantastiske færinger” fortelur hví Johannesen familjan flutti til Danmarkar, hvussu væl teir báðir klára seg í svimjifelagnum og hvat teir ætla við svimjingini. Les meira her.
Magnus, Frans og onkur annar føroyingur.
Á heimasíðuni hjá Vestegnens Aqua Team (VAT) í Keypmannahavn er eitt prát við Magnus Jákupsson um hvussu tað er at skifta til Danmarkar og hvørjar ætlanir hann hevur. Les meira her.
Video av finalunum frá hósdegnum
Dr.dk hevur lagt út allar finalurnar og hálvfinalurnar, sum vóru hóskvøldið 22. mars. Talan er um kappingarnar 50 rygg hálvfinalur (Magnus Jákupsson), 100 frí, 100 bringu, 400 frí (Pál vinnur gull, setur føroyskt met og OL-kravtíð), 200 blandað og 50 rygg finala (Magnus Jákupsson vinnur silvur, setur føroyskt met og juniormet). Sí kappingarnar her.
Frans vann eisini 200 frí
Tað koyrir bara hjá føroyska Frans Johannsen, á donsku meistarastevnuni í svimjing. Í gjár vann hann greitt 400 frí, og í dag vann hann so meira tepurt 200 frí, við imponerandi 1:47.75 ímóti Søren Dahl á 1:47.84 og Daniel Skaaning á 1:48.39. Anders Lie varð nummar fýra við 1:49.22, sum heild ein skjótt kapping við fimm undir 1:50.
Frans smurdi Lie og hinar av í 400 frí
Tað var eitt satt ‘fornøjilsi’ at hyggja at DM-finaluni í 400 frí í kvøld, har føroyskt føddi Frans Johannesen sum outside’ari í kappingini legði avstað tíðliga, og í leypi av kappingini snøgt sagt vant burtur úr hinum, alt meðan viðmerkjarin mátti skifta frá at tosa um sínar favorittar. Frans vann greitt gull, við 3:46.16 ímóti Anders Lie á 3:51.07 og Viktor B. Bromer á 3:51.13, og kláraði við hesum eisini kravtíð til EM í Stettin í desember; so tað var ikki løgið at hann var glaður.
Video frá tá ið Frans og hinir vandu styrki í Flagstaff
Meini at tað er Rikke Møller Pedersen sum her filmar og prátar við Daniel Skaaning, Frans Johannesen og Anders Lie, meðan teir venja styrki í Flagstaff. Hetta eru hinir sum danska svimjisambandið satsar uppá til eina 4×200 frí liðsvimjing á OL í London, afturat Mads Glæsner og Pál Joensen.