The Morning Swim Show tosar her við Frédérick Bousquet, um hansara góðu úrslit á fronsku meistarastevnuni herfyri, har hann í 50 frí kláraði bestu tíð í heiminum í ár, og um hendingina tá ið hann hótti við ikki at luttaka á HM í Shanghai í summar. Har er eisini eitt glimt av dámuni Laure Manaudou, spurtandi tvørtur um myndina í bakgrundini, sikkurt tí at baby Manon er dottið á gólv ella okkurt 🙂
Tag: Frederick Bousquet
Bousquet góðtekur avgerðina hjá franska svimjisambandinum
SwimNews.com veit nú at siga frá L’Equipe, at Bousquet góðtekur avgerðina hjá franska svimjisambandinum, at avstralski venjari hansara í USA ikki fær akkreditatión frá Fraklandi til HM í Shanghai.
Continue reading Bousquet góðtekur avgerðina hjá franska svimjisambandinum
Franska svimjisambandið bakkar ikki fyri Bousquet
Christian Donzé tekniskur stjóri hjá franska svimjisambandinum sigur í dag við L’Equipe, at tó so at hann ikki hevur nakrar trupulleikar við at Bousquet arbeiðir saman við Brett Hawke í Shanghai, um avstralski Hawke fær akkreditatión frá onkrari aðrari tjóð, so verður eingin fronsk akkreditatión til hansara. Heldur ikki um tað merkir at Bousquet boycottar Shanghai ella fyri tann skyld gevst í ítróttinum. “If he quit that would hurt the team but the main victim would be Fred himself. I hope that reason will prevail.” Les meira her á SwimNews.com.
Trena beinsparkið við medisinbólti í hylinum
Brett Hawke venjari hjá Auburn greiðir her frá einum sera hørðum øvilsi, har Frederick Bousquet skal svimja og halda sær uppi bara við firvaldabeinsparki, meðan hann lyftir ein rímiliga tungan medisinbólt upp um høvdið og niður aftur. Eitt av yvir 130 øvilsum sum kunnu síggjast á DVD’ini “Faster Fast Sprint Freestyle Training for Explosive Speed & Power”
Video við Bousquet í Auburn
Hjáalp onkur sum dugir franskt. Eg síggi at tey fylgja honum til svimjivenjing, landvenjing og videoteknikk við Brett Hawke, men skilji ikki eitt orð av tí tey siga 🙂
Lær at rulla í crawl við Cielo og Bousquet
Ein video her av swimmingworld.tv, har Richard Quick sáli og Brett Hawke høvuðsvenjari hjá Auburn greiða frá, hvussu man skal rulla við kroppinum í crawl. Í hylinum hava teir tveir góðar svimjarar hjá Hawke, brasilski heimsmeistarin César Cielo Filho, og franski evropameistarin Frédérick Bousquet.
Manaudou er við barn
Hetta visti SwimNews.com at siga longu fríggjadagin, og sigur www.simma.nu frá grein í “le Parisien“, at fronsku svimjistjørnurnar Frederick Bousquet og Laure Manaudou vænta sær barn einaferð í mai mánaða. Manaudou fráboðaði sum kunnugt herfyri at hon nú gavst við svimjingini, og Bousquet fer so at flyta permanent heim til Fraklands at venja, heldur enn at skifta millum Auburn í USA og Gaul í Fraklandi.
Bousquet vann, meðan Phelps droppaði finaluna
Frederick Bousquet vann teir 50 frí á Charlotte UltraSwim við 21.33, og setti U.S. Open record, har Cullen Jones varð nr 2 við 21.92, og Michael Phelps trekti seg frá finaluni eftir 23.24 í innleiðandi. Craig Lord á SwimNews er ikki nøgdur, fyri at siga tað mildt, men endurgevur Aaron Piersol fyri at siga til dømis “”If records are being broken at this time of year, it’s probably the suit”. Bousquet sjálvur er irriteraður, og sigur “I feel like I’m back home in France. That’s all they talk about. It’s really annoying”. Men heldur annars at Jaked draktin eigur at verða loyvd at nýta á HM í Rom. Video av finaluni sæst her á Universal Sports.