Indonesiski fiskiveiðimaðurin Sulbin kavar her 20 metrar niður og er undir í 2½ minutt, til at skjóta ein fisk við sínari harpun. BBC sendingin sigur at hann fyri tað kundi farið longu niður, og verið undir í 5 minuttir, men at tað her handlaði um at fáa ein fisk, heldur enn at reypa. Áhugavert beinspark, forrestin.
Tag: Frídykking
Heimsmetið í ‘frídykking’ er 214 metrar (!)
Fyristillið tykkum at taka eina síðstu anding, og so halda ondina í 4 minuttir og 24 sekund, meðan fyrst ein vekt dregur tykkum 214 metrar niður, og ein ballón síðani hálar tykkum upp aftur. Og enntá skula steðga eina løtu á veg upp aftur, 10 metrar undir vatnskorpuni, til at umganga dykkarasjúku. Kava so djúpt, at blóðplasma setur inn í lunguni… sum er gott, tí at tú so umgongur at tey kollapsa. Og við serligum samankroystiligum dykkarabrillum, so at eyguni ikki verða sogin úr høvdinum. Hetta heimsmet eigur eysturríkarin Herbert Nitsch, frá eini kaving í Grikkalandi í 2007.
Herbert Nitsch 214m (702ft) World Record No-limits Dive 2007 in HD from Dan Burton Photography on Vimeo.
Continue reading Heimsmetið í ‘frídykking’ er 214 metrar (!)
Video frá HM í ‘frídykking’ í Århus 2009
“Don’t try this at home”