Svimjistevna var í Fuglafirði nú leygardagin, fyri svimjarar í yngstu bólkunum, og hóast Fuglafjarðar svimjifelag og Suðuroyar svimjifelag fingu líka nógv gullheiðursmerki, so ‘vann’ SuSvim stevnuna í kraft av silvur- og bronsuheiðursmerkjum. Mest vinnandi svimjarin var Jóhann Heðinsson úr FS, sum vann 8 gullheiðursmerki, meðan Óluva Jacobsen úr FS og Pætur Leo úr SuSvim vunnu hvør síni 5 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri.
Continue reading SuSvim vann FS-stevnuna
Tag: fs stevna 2008
FS-stevnan flutt eitt vet
Vertirnir hava avgjørt at flyta stevnuna eitt sindur, so at neyðugt ikki verður hjá nøkrum at yvirnátta heiman í frá. Nú er upphitingin tí fyrst kl 12:30, og kappingin kl 13:30, nú leygardagin 4. oktober. Tilmeldingarfílan er viðfest.
Innbjóðing til Føroya Banka stevnu í Fuglafirði
Sum tit kunnu lesa í viðfesta skrivi, so verður árliga FS stevnan í Fuglafirði tann 4. oktober, fyri bólkar 2 og 3. Kappingin koyrir sum ein ‘opin’ kapping, men úrslitini verða bólkað. Sum nakað nýtt verður møguligt at keypa døgverða í steðginum fyri 40 kr, men tá má boðast frá áðrenn mánadagin 29. september. Tilmeldingarfreistin er annars mikudagin 1. oktober kl 23.