Fuglfirðingar duga at feira føstuna

Eitt langt og strævið, men óluksáliga undirhaldandi føstulávintshald í Fuglafirði er at enda komið. Hockey og flogbólt yvir blendað net, hondbólt við dúgvusjón, golf-fótbólt og fjallarenning, svimjing og tunnusláttur. Grýlur og gávukekkar, ‘old boys’ og gávur til allar luttakarar. Vit høvdu tað øgiliga skeg; men beint nú eri eg so móður, at eg haldi at eg lati bara myndirnar tala…

CIMG2172
Continue reading Fuglfirðingar duga at feira føstuna

Innbjóðing til FS ítróttardag, 21. februar

Sum tit kunnu lesa her á fsvim.com, so bjóðar Fuglarfjarðar Svimjifelag “øllum svimjifeløgum til ein øðrvísi ítróttadag, í Fuglafirði tann 21. feb., fyri seniorum, juniorum og bólki 1”. Talan verður um ymiskar kappingar inni í ítróttarhøllini, úti og í svimjihøllini, og tí skulu luttakararnir hava bæði innandura og uttandura klæðir og skógvar við (umframt vælsagtans svimjiklæðir eisini :-). Kappast verður sum einstaklingar og í bólkum, og dagurin endar við tunnusláttri og einum góðum bita. Seinasta freist at melda til er mánadagin 16. februar kl 18, og luttøkugjaldið er 50 krónur fyri hvønn.