Startlisti til FS-stevnuna í Fuglafirði 9. november 2013

GG! Startlistin rættaður, her er hin nýggjasti

Viðfestur er startlistin til FS-stevnuna 2013, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum í Fuglafirði í morgin leygardag hin 9. november 2013. Gentur og dreingir fødd 2003 og yngri møta til upphiting frá kl 12 og kapping frá kl 13, og gentur og dreingir fødd 2001 og 2002 tilsvarandi við upphiting frá kl 14:45 og kapping frá kl 15:45. Sí innbjóðing her.

DSC00924

Innbjóðing til FS stevnu í Fuglafirði 9. november 2013

Rætting! Aldursbólkarnir her undir vóru ásettir skeivt, at vera børn fødd 2002-2005. Men tað eigur at vera 2001-2004, fram til ársskiftið. Takk Anita!

Viðfest er innbjóðing til FS stevnu sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í Fuglafjarðar skúla leygardagin hin 9. november 2013, fyri bólkar 2 og 3 gentur og 3 og 4 dreingir. Tað eru gentur og dreingir fødd í 2001, 2002, 2003 og 2004. Hetta er stevnan sum varð útsett herfyri.

10012009176