Fuglafjarðar Svimjifelag manglar nevndarlimir

Soljóðandi skriv stendur at lesa á Facebook, um eykaaðalfund hjá Fuglafjarðar Svimjifelag hin 27/9-11 kl 19:00 í Fuglafjarðar Skúla:

Fuglafjarðar Svimjifelag hevði aðalfund 12 sept. Felagið hevur ein góðan roknskap at vísa á fyri seinasta ár, og felagið er væl fyri fíggjarliga.
Í felagnum eru 3 lið, uml. 45 svimjarar og hava vit venjarar til hesi liðini. Hjá teimum yngstu er talið av børnum so stórt, at har hava vit brúk fyri 2 fólkum, ið kunnu venja tey 1 tíma um vikuna.
Í lógini hjá svimjifelaganum stendur, at tað skulu vera 5 limir í nevndini, men vit hava bert verið 4 tað seinasta árið. Á aðalfundurinum stóðu 2 nevndarlimir fyri vali og ynsktu teir ikki afturval, og av tí, at man ikki kundi finna onnur fólk, sum vildu í nevnd, vil tað siga, at tað eru bert 2 fólk í nevndini. Vit royna við hesum skrivi at finna fólk, ið vilja hjálpa til og koma í nevnd. Um vit ikki fáa fólk at hjálpa til og í nevnd, er Fuglafjarðar Svimjifelag ikki lív lagað.