Garrett Weber-Gale fer at kokkast á Noma ?

Annaðhvørt ætlar Garrett Weber-Gale sær ordiliga at brúka pengar í august, ella so hevur hann fingið kjans sum kokkur hjá Rene Redzepi á Noma í Keypmannahavn, sum herfyri varð kosin heimsins besta matstova, annað ár á rað. Weber-Gale er gullvinnari frá OL í 2008 og HM í 2009 og 2010, sum millum annað var partur av tiltiknu stafettini ímoti Fraklandi.

Flight booked to Copenhagen. Heading to stage w @reneredzepinoma at Noma for 3wks of August. No 1 restaurant in world the past 2 yrs. Ahhh!!less than a minute ago via HootSuite Favorite Retweet Reply

Continue reading Garrett Weber-Gale fer at kokkast á Noma ?

Weber-Gale um týdningin av at fara tíðliga í song

Amerikanski OL-gullvinnarin Garrett Weber-Gale skrivar her á swimnetwork.com um týdningin av at fara tíðliga í song, til at kunna venja væl um morgunin. At hann sum yngri ikki hugsaði so nógv um hvussu nógv ið hann svav, men at hann so í ár setti sær spurningin: “What if I could feel good most mornings when I wake up?”.
Continue reading Weber-Gale um týdningin av at fara tíðliga í song

Ná, Weber-Gale kokkast tí hann hevur høgt blóðtrýst

Garrett Weber-Gale avdúkar í kokkasendingini her, at hann veruliga byrjaði at kokkast tá ið hann fekk staðfest so mikið høgt blóðtrýst, at venjararnir eina tíð ikki tordu at lata hann venja, av ræðslu fyri at hann skuldi fáa eitt hjartaslag ella eina heilabløðing. Hann sigur at tey vita ikki hví at hann hevur so høgt blóðtrýst, men at tað hjálpir at eta ordiligan mat.

Gold Medal Olympian Garrett Weber-Gale cooks on Morning Blend from Garrett Weber-Gale on Vimeo.

Vísdómsorð frá Garrett Weber-Gale um 50 metra hyljar

Amerikanski OL-gullvinnarin Garrett Weber-Gale bloggar her á swimnetwork.com um hví hann í dag er so glaður fyri at venja á langgeil, hóast hann sum smádrongur ikki var serliga glaður fyri hesar langu hyljar. At 50 metra hylurin tvingar teg til at SVIMJA, heldur enn bara at senda teg frá vegg til vegg, og at tú tí fysiskt og tekniskt fært meira burtur úr venjingini. Langgeilin fær teg enntá skjótari í form, sigur hann, sum burdi verið áhugavert fyri ein og hvønn.

Simply put, I think it’s much harder to train long course and it gets my body in shape faster than swimming short course. The truth is that there is nowhere to hide because there are fewer turns helping you keep your momentum. Everything must derive from the power and momentum you can gain and maintain solely from your stroke.

Garrett Weber-Gale kokkast

Ítróttarstjørnur finna sær ofta starv sum venjari, ráðgevi ella ítróttarviðmerkjari, tá ið tey eru liðug sum aktiv. Men kósin er tó greið hjá svimjara nr 2 í tiltiknu 4×100 frí stafettini hjá USA frá OL í Beijing, at Garrett Weber-Gale vil verða kokkur, tá ið hann gevst einaferð um eini 5 ár. Ordiliga fínur kokkur, sum til dømis varð verandi í Italia allan august, til at læra frá italskum meistarakokkum, og sum nú í oktober mánaða fer at hava sítt egna kokka-show á WDJT-TV í USA. Niðanfyri standandi video er funnin á hansara kokka-heimasíðu athleticfoodie.com, har tú eisini finnur uppskriftir og annað gott hjá honum. Les jsonline.com


Continue reading Garrett Weber-Gale kokkast