Leivur Frederiksen spurdi meg í 3-2 í gjár, hví einans 11 svimjarar kláraðu krøvini hjá okkum til Oyggjaleikir í Gotlandi í summar, í mun til 14 til Oyggjaleikir á Isle of Wight í 2011, og 15 til Oyggjaleikir á Jersey í 2015.
Tað er ein góður spurningur, sum ikki er heilt einfaldur at svara, serliga tí at har óivað eru fleiri orsøkir. Frá teimum heilt banalu, til teir ordiliga djúpu.