36 ára gamal luttakari í “Great Swim” doyði

Fyrsti partur av “Great Swim” røðini hjá bretum varð rakt av vanlukku í gjár, tá ið ein 36 ára gomul kvinna bleiv ússalig, fingin á sjúkrahús og síðani doyði. Tey vóru meira enn 3000 sum svumu enska mílin í Alton Water Park í Ipswich, harav tey flestu vóru vanligir rørslusvimjarar, altso fólk uttan stórvegis venjing. Ein rættarskurður skal nú staðfesta, nágreiniliga hvat tað var sum kvinnan doyði av. Les t.d. her á peterboroughtoday.co.uk