Sum tit sikkurt hoyrdu í útvarpstíðindunum hjá KVF fyri løtu síðani, so er tað nú avgjørt at eingir Oyggjaleikir verða í 2021. Sum skilst, so eru leikirnir bara útsettir, heldur enn avlýstir – tó uttan at nøkur avgerð enn er tikin, um nær teir so verða.
Today it was announced by chair @jorgenpettersso at the Annual General Meeting of the IIGA that there will be no NatWest International Island Games in Guernsey 2021. The reason is obviously the pandemic and the situation in the world. https://t.co/yg4iqtrQL5
— International Island Games Association (IIGA) (@IslandGamesAsso) September 26, 2020
Hetta sigur leiðarin fyri stjórnini á Guernsey, Gavin St. Pier, nú sjónvarpsrásin ‘Isle of Man TV’ her í vikuni prátaði við hann á flogvøllinum á Man, har hann var á feriu. Oyggjaleikirnir skulu eftir ætlan vera á Guernsey frá 3. til 9. juli í 2021; men St. Pier sigur, at har enn er nógv eftir hjá fyriskiparunum at umhugsa, áðrenn tey vita um leikirnir kunnu verða sum ætlað. Sí Energy FM
Í løtuni krevja tey á Guernsey, at øll vitjandi fara í sjálvboðið sóttarhald í 14 dagar, tó so at vitjandi úr summum londum íroknað Danmark og Jersey kunnu fara út um tey 7. dagin taka eina koronatest sum tá er negativ. Har er tó okkurt heilt serligt slag av ‘luft-brúgv’ til Isle of Man sum hesin St. Pier hevur gjørt sær dælt av, nú hann var á feriu har.