SwimNews.dk skrivar her úr grein í Fyens Stiftstidende, um tá ið Rikke Møller Pedersen og Lotte Friis herfyri vóru á 3 vikur langari hæddarlegu í Colombia, saman við landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer og soni hansara Aschwin Wildeboer. Tey vóru 2640 metrar uppi í Bogota, at kanna í góðari tíð áðrenn OL í 2012, hvussu kroppurin hjá hvørjum einstakum av teimum reagerar uppá hæddarlegu. Aschwin fekk størstu effekt, eina øking av hæmatokritvirðinum uppá heili 10 prosent, til 48. Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen komu upp á 45 í hæmatokritvirði, sum er høgt fyri konufólk.