Triatletur deyður eftir triatlon í Århus

Ekstra Bladet skrivar her um ein danskan mann í 30-unum sum fekk trupulleikar 15-20 minuttir inni í svimjingini á KMD Challenge triatloninum í Århus í gjár, fyri síðani at doyggja í sjúkrahúsinum. Tey høvdu stytt svimjingina niður í helvt tí at vatnið var so kalt, har minstamarkið hjá Dansk Triathlon Forbund er 14 gradir. Áðrenn kappingina høvdu tey tøgn í ein minutt, fyri ein annan íðkara sum hevði ætlað sær at luttikið, men sum doyði eftir at hava vant á somu leið, síðsta vikuskiftið.

Havsvimjing á Jóansøku

Aftur í ár er tað ætlanin at hava havsvimjing á Jóansøku, og vónandi sleppa okur á sjógv í ár 😉

Havsvimjingin verður fríggjadagin 24. juni kl 19:00

Svimjingin byrjar í møluni við Krambatanga (har Smyril leggur at), svomið verður beint yvir um fjørðin, inn til “gomlu Kei” á Tvøroyri.

Kostnaður 0 kr.

Eftir svimjingina ber til at sleppa at brúsa sær í svimjihylinum í Tvøroyrar Skúla

Vinarliga meldi til svimjingina á susvim (kurla) gmail.com seinast tórsdagin 23. juni kl 12:00

Vegna Suðuroyar Svimjifelag
Marlon Kjærbo

FINA krevur nú at allir havsvimjarar hava venjara við

FINA hevur í dag sent út eina dagførda útgávu av sínum “Rules and Regulations for the FINA 10km Marathon Swimming World Cup 2011 – 2013”, við einum fylgiskrivi har tey vísa á serliga hesa broytingina:

5.1 Entries: Entries will be accepted only from National FINA Member Federations which must also enter a coach for each respective swimmer. The role of the coach is to represent the swimmer at the Technical Meeting, coach the swimmer during the practice, and most importantly, feed the swimmer during the event. The FINA Technical Delegate together with the Chief Referee will accept entries and register only swimmers accompanied by the respective coach who is in charge of swimmer recognition during the race. A swimmer without a coach present will not be allowed to start the race.”

Burturblivni maðurin funnin í Arizona

Amerikanska løgreglan hevur nú funnið mannin sum varð fráboðaður at vera burturblivin undir havsvimjing frá Scripps Pier til La Jolla Shores í Kalifornia. Vísir seg at hann rýmdi undan møguligum fongsulsdómi, fyri fíggjarsvik á 1.3 milliónir dollarar, og varð tí eftirlýstur og funnin av U.S. Marshalls í Yuma, Arizona. Lesið her á Los Angeles Times.

Ivasamt um burturblivni maðurin yvirhøvur fór útí

Vit lósu í gjár at 53 ára gamli Jim Repeta ikki var komin aftur í aftur leygardagin eftir havsvimjing frá Scripps Pier til La Jolla Shores í Kalifornia. Nú skrivar abclocal.com at tað er ivasamt um maðurin yvirhøvur fór útí, ella um hann hevur valt at blíva vekk. Maðurin var nevniliga møguliga á veg í fongsul, eftir fíggjarsvik í milliónaklassanum, har dómur fór at falla í næsta mánaða.

Havsvimjari burturblivin í USA

53 ára gamli Jim Repeta ætlaði at svimja umleið 3 kilometrar frá Scripps Pier til La Jolla Shores í Kalifornia, men kom ongantíð fram. U.S. Coast Guard leitaði leygarkvøld til sunnudag seinnapart, men hevur nú valt at gevast við leitingini, grundað á aldur á manninum, sjóhita og metingini av hvussu leingi hann hevur kunnað yvirlivað í vatninum. Lesið her á LaJollaPatch.

FINA straffar nú dómarar fyri hendingina í Fujairah

Open Water nevndin hjá FINA hevur sambært SwimNews.com fráboðað Valerijus Belovas úr Litava og Steven Munatones úr USA, at teirra tænasta sum høvuðsdómarar ikki longur er neyðug. Belovas var hann sum var høvuðsdómari í Fujairah nær Dubai, tá ið Fran Crippen doyði har á World Cup stevnu í havsvimjing í heyst, meðan Munatones sambært keldum hjá SwimNews.com verður straffaður fyri at hava tosað við miðlar um innanhýsis viðurskifti í FINA. SwimNews.com verjir hinvegin báðar mennirnar, at Belovas hevur sagt at stevnan í Fujairah var einki ørvísi enn aðrar Open Water stevnur hjá FINA, og at tað einasta sum Munatones hevur gjørt, er at arbeiða fyri at fáa trygdina betri í havsvimjing.

Her tosar SwimmingWorld Magazine við Munatones:

Continue reading FINA straffar nú dómarar fyri hendingina í Fujairah

USA broytir sínar mannagongdir runt havsvimjing

Amerikanska svimjisambandið hevði sum kunnugt ikki nakran venjara við Sameindu Arabisku Emiratini, tá ið Fran Crippen druknaði har í World Cup kapping innanfyri ein mola í Fujairah nær Dubai. Hetta vilja tey broyta nú, men hava ikki orku til at senda venjarar til allar tær havsvimjingar runt heimin sum amerikumenn luttaka í. Tey fokusera tí uppá at senda venjara við til ávísar kappingar, nú íroknað allar World Cup kappingar.
Continue reading USA broytir sínar mannagongdir runt havsvimjing

Rob á RobAquatics svimur 10 km í havinum í dag

“The Tribune” skrivaði í gjár um hvussu Rob Dumouchel frá www.robaquatics.com í dag fer at svimja 10 km í 13 gradir heitum sjógvi út fyri Avila Beach millum Los Angeles og San Francisco í Kalifornia, uttan vátdrakt. Hann hevur bæði kajak og fylgibát við sær, ífall at hann verður niðurkøldur ella á annan hátt illa fyri, og ger hetta millum annað til at savna pengar inn til okkurt tey kalla “the Food Bank Coalition of San Luis Obispo County.

Eg noyðist at lána hesa myndina av masters-bloggu hansara, við verðins besta myndateksti: “little known fact, pink leopard spots on a swimsuit keep you warmer” 😀

[Picture courtesy of Rob Dumouchel at www.robaquatics.com ]

Bjarging og hugni fyri havsvimjarar

Sunnudagin 14.november fer Sørin Djurhuus at vísa fram ymiskt um bjarging á sjónum í sambandi við havsvimjing. Tiltakið verður við lendingina í Hoyvík. Aftaná venjingina verður farið útí at svimja, og aftaná svimjingina verður hugnaløta við onkrum leskiligum. Alt tiltakið verður niðri við lendingina í Hoyvík um tað viðrar. Vetrarsvimjarar kring alt landið eru vælkomnir til tiltakið í Hoyvík. Lesið her á torshavn.fo.