Havsvimjari deyður kanska vegna hita í vátdraktini

Ein nýsælendsku motiónssvimjari fekk hjartaslag og doyði, herfyri í havsvimjing við Auckland, hóast hann var væl fyri og væl fyrireikaður. Hetta við hita er nokk ikki ein trupulleiki sum vit fara at uppliva í kalda sjónum í Føroyum, men tó sjálvsagt áhugavert: “One potential danger could come from the wetsuits used in endurance swims, which act to keep the swimmer warm when their body is trying to cool them down”. Les nzherald.co.nz

Sundalagssvimjingin 2009

Tíðindaskriv

Leygardagin 31 okt kl 10.00 skipa einstaklingar og Hósvíkar Róðrarfelag fyri svimjing av Selatrað til Hósvíkar.
Hetta er fyrstu ferð hetta er roynt alment, men hava nakrir svimjarar svomið har á leiðini nakrar ferðir, fyri at kanna og kunna seg við viðurskiftini.
Ætlanir er, at hendan svimjing saman við Nólsoyar- sjómannadags- og jóansøkusvimjingin skulu vera fastir tættir í havsvimjingini.
Hugsað hevur eisini um Skálafjørðin, og tí verður leitað eftir fólki, sum kunnu fyriskipa tiltakinum.
Til ber at skifta í róðrarneystinum frá kl 9.00, og kl 9.45 verða allir svimjararnir sigldir yvir á Selatrað.
Meðan svomið verður eru bátar at ansa svimjarunum, og tryggja, at teir koma trykt vegin fram.
Teinurin er einar 2,4 km langur. Lítið er av streymi, og veðrið altíð gott. (Siga tey bæði í Hósvík og á Selatrað).

Tilmelding hjá Róa í Dali.
581272

ella Evaldi Rasmussen
583273

Meira um havsvimjingina Selatrað-Hósvík 31. oktober

Halló tit øll!

Leygardagin 31 okt kl 10.00 verður svomið av Selatrað til Hósvíkar, 2,2 km.
Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri flutningi Hósvík-Selatrað kl 9.45
Skift verður í neystinum frá kl 9.00
6 bátar fylgja við svimjarunum.
Um onkur vil hava sín egna bát, so er hetta eisini í lagi.
Tilmelding á 583273
Ella bara møta í Hósvík Leygardagin 31 okt kl 10.00

Vinarliga
Rói í Dali & Evald Rasmussen
583273

Lurz og Okimoto vunnu World Cup í Keypmannahavn

Thomas_LurzTýski Thomas Lurz vann 10 km World Cup kappingina fyri menn í kanalunum rundt Christiansborg í morgun, og brasisla Poliana Okimoto kappingina fyri kvinnur. Danir siga “ikke overraskende” um Lurz, sum er imponerandi tá ið man hugsar um at Lurz var bara nøkur fá sekund framman fyri nummar tvey og trý, við tíðini 1:57.40, har bulgarski Petar Stoychev kláraði 1:57.43 og russiski Sergay Bolshakov 1:57.48. Danski OL-svimjarin Julie Hjorth-Hansen mátti gevast vegna kulda… sum má hava verið heldur ógvusligur, síðani at danski Martin Pedersen gavst longu eftir 2 km, av somu orsøk. Myndirnar eru av vinnarunum, við vælvild frá danska svimjisambandinum.

Poliana_Okimoto
Continue reading Lurz og Okimoto vunnu World Cup í Keypmannahavn

Afturlit: Skálafjarðarsvimjingin 2000

Bartal hevur hjálpt mær at fáa hesa videoina á netið, sum er video frá Skálafjarðarsvimjingini 2000 í fullari longd. Stuttligt at síggja so nógv kend andlit í videoini, sum ikki akkurát tá vóru so øgiliga nógv frammi í svimjingini. Og orsaka tann nógva vindin, og óstøðugu myndina undir sjálvari svimjingini… vánaligt kamera, vindur, og so rullaði tað jú 🙂

Eingin hevur enn ‘ordiliga’ svomið tvørtur um Atlantshavið

Denver Endurance Sports Examiner skrivar her rættiliga áhugavert um tað at Jennifer Figge herfyri varð søgd at svimja tvørtur um Atlantshavið, ella umleið 2770 miles, uppá 24 dagar, at “If she had (swum across the entire Atlantic Ocean per the earlier reports), she would have swum faster than Michael Phelps — pre-bong — hour after hour, day after day”.


Continue reading Eingin hevur enn ‘ordiliga’ svomið tvørtur um Atlantshavið

Jóansøka

Mangli eg nú nakað!

Havi júst pakka mær vátdrakt, svimjibrillur, súkkluklæðir, hjálm og alt ”you name it”. Eg kann ikki torga at standa beint áðrenn eina kapping og hava gloymt okkurt. Nú er tað soleiðis at vit triathletar eru so heldigir at vit íðka tríggjar ítróttargreinar. So at tá vit nú skulu svimja kapp tvørturum Trongisvág á Jóansøku, so taka vit eisini súkklurnar suður  við og gera eina innanhýsis súkklukapping. Fínasta slag!

Men tað eru sum sagt nøkur ting, man so skal minnast til. Aftrat øll hasum havi eg so eisini vaska og bona súkkluna í kvøld. Ja, eg hugsaði tað eisini, sum eg stóð har og vaskaði súkkluna, eitt leygarkvøld. Áslak; hevur tú veruliga onki betri at gera enn at vaska súkkluna eitt leygarkvøld? Men eg veit ikki, súkklan sær faktisk orduliga gott út nú.

Nú er nokk best at fara í song, so man verður væl fyri til í morgin. Tað verður spennandi at svimja kapp í Trongisvág í morgin. Tað er so í øllum førum nakað spildur nýtt fyri meg.

Áslakur Nesá

leygarkvøld 27.06.07