Karina Ottosen við í Ironman á Hawaii

Føroyski triathleturin Karina Ottosen luttók í gjár á upprunaligu “Ironman” kappingini á Hawaii, har tey svimja umleið 3.8 kilometrar, súkkla umleið 180 kilometrar, og so renna eitt marathon. Hon hevur longu roynt hetta fyrr í ár, á Ironman UK í august, har hon við tíðini 10:06:41 gjørdist nr 4 av kvinnunum, og harvið kvalifiseraði seg til kappingina á Hawaii. Altso 10 tímar, 6 minuttir og 41 sekund (!).