68 ára gamla Dr. Katz heldur pensionistar sunnar við svimjing

Ógvuliga positiv video her, við fyrrverandi OL-svimjara Dr. Jane Katz, professari í heilsu og venjing, sum í New York dagliga stríðist fyri at halda pensionistar sunnar og mótvirka teirra aldursteknum, við at skipa fyri svimjing. Via ABC News.

video platformvideo managementvideo solutionsvideo player

Rørsla kann geva hægri próvtøl

Fyrstu royndir frá sjúkrarøktaraútbúgvingini í Sønderborg vísa, at um rørsla verður fastur partur av eini útbúgving, so eru tað færri sum dumpa og fleiri sum fáa betri próvtøl. Tríggjar ferðir um vikuna fingu tey 40 lesandi møguleika fyri 1 tíma av rørslu í døgverðasteðginum, við úrsliti at meðalpróvtalið til mótul 1 royndina reyk upp á 6.51, í mun til 4,74 í 2009 og 3.80 í 2010. Tey siga at tað er í so tíðliga at gera eina niðurstøðu, men halda tó at allar útbúgvingar burdu umhugsað at flætta rørslu upp í ítrótt. Les meira her á dsr.dk.

Man running while pushing a baby trike - Runners at 1st Annual Rock 2 Rock 5 Mile Fun Run

[Image courtesy of Mike Baird, CC BY 2.0]

Sætta hvørt bretska barn dugir ikki at svimja

Ein kanning av 1500 bretskum børnum millum 6 og 15 ár staðfestir at eitt heilt ættarlið vendir ryggin til ítrótt. Sætta hvørt barn dugir ikki at svimja, tíggjunda hvørt barn ikki at súkkla, og næstan fjórða hvørt hevur ongantíð runnið 400 metrar. Sannlíkindini eru dupult so stór fyri at børnini brúka sína frítíð heldur uppá sjónvarp (79%) enn ítrótt (34%), og tey velja eisini heldur internet ella telduspøl fram um ítrótt. 33% eiga onga súkklu, í mun til at 77% eiga eina telduspælimaskinu. Og tað mest trista er, at 15% ongantíð hava spælt ítrótt saman við sínum foreldrum. Les meira her á dailymail.co.uk.

Skulu vit nú hava hvør sítt skiftirúm til børn og gomul ?

Langt úti tíðindi her á Cape Cod Times, umvegis The Boston Herald. Eldri íbúgvarar hava í áravís brúkt svimjihylin í Sandwich High School um morgunin, sum til dømis Lorraine Jablecki ið hevur fingið læknaboð um at svimja til at minka um pínuna frá diskusprolaps í rygginum. Nú sleppa tey ikki longur, eftir at foreldur at einum dreingi í fólkaskúlanum klagaði um, at sonur hennara var nakin í skiftirúminum samstundis sum ein eldri maður var nakin undir brúsuni. Oh. my. god.

Reglulig svimjing minkar um stress og verjir ímóti forkølilsi

Granskarar úr North Carolina í USA hava staðfest, at fólk ið venja fysiskt 5 ella fleiri dagar um vikuna eru bara helvtina so ofta sjúk, sum tey ið venja 1 ferð um vikuna ella minni. Og vit í svimjingini fáa eina heilsu við frá granskarunum: “Exercise like swimming is fantastic for reducing stress which helps maintain a healthy body”. Lesið her á swimming.org.