Birita Debes 30.63 og nýtt juniormet í 50 firvald

Birita DebesBirita Debes setti í morgun nýtt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Helsinki svam teinin uppá 30.63 sekund. Hetta var stórt persónligt met hjá Biritu í mun til hennara til nú bestu tíð á 31.59 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni, og eisini akkurát undir juniormetið hjá Poulu Ø. Mohr á 30.67 frá somu Small States stevnu. Birita setti harvið tvey juniormet í teimum 5 kappingunum sum hon luttók í á EJM 2010, við 1:08.31 í 100 rygg og 30.63 í 50 firvald.

Birita Debes 1.08.31 og nýtt juniormet í 100 rygg

Birita DebesBirita Debes hevur í morgun svomið 50 frí og 100 rygg á evropeisku juniormeistarastevnuni í Helsinki. Í 50 frí svam hon 28.35, sum er eitt sindur frá hennara juniormet á 27.93, sett á HM í Rom í fjør summar. Men í 100 rygg svam hon 1:08.31 í mun til juniormetið á 1:08.55 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. ið sostatt er nýtt føroyskt juniormet. Birita hevur nú bara 50 firvald eftir, í morgin sunnudag.

Birita Debes 31.19 í 50 rygg á EJM 2010

Birita Debes luttók í morgun í 50 metra ryggsvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil, sum er í Helsinki í hesum døgum. Tíðin hjá henni varð 31.19, ella umleið eitt hálvt sekund verri enn hennara juniormet og føroyska met á 30.68 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. Sí úrslit her á livetiming.se.

4 norðurlendsk heiðursmerki á EJM í dag

Svenska Henriette Stenkvist vann í dag gullheiðursmerki í 400 frí á evropeisku juniormeistarastevnuni í Helsinki, við tíðini 4:13.69 frammanfyri donsku Amalie Emma Thomsen sum vann silvur við 4:14.61. Norski Sverre Næss vann silvurheiðursmerki í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:13.77 aftanfyri týska Christian vom Lehn á 2:12.93. Og Henrietta Stenkvist vann eisini bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:13.38 aftanfyri bretsku Karley Mann á 2:11.48 og ukrainsku Daryna Zevina á 2:11.82. Sí úrslit á www.livetiming.se.

Birita 2:30.54 í 200 rygg á EJM 2010 í morgun

Birita Debes luttekur sum kunnugt á evropeisku juniormeistarastevnuni, sum er í Helsinki í hesum døgum. Í morgun skuldi hon royna seg í 200 metra ryggsvimjing, og svam tá 2:30.54, har juniormetið hjá henni frá Small States 2010 í juni mánaða er 2:30.53. Altso éin hundraðpart frá metinum. Sí úrslit her á livetiming.se.

Yannick Agnel er stóra stjørnan á EJM í Helsinki

SwimmingWorld Magazine skrivar her um evropeisku juniormeistarastevnuna sum verður í Helsinki í Finnlandi, nú teir komandi dagarnar. Franski Agnel verður skýrdur “star attraction”, saman við Silke Lippok úr Týskandi og Anton Lobanov úr Russlandi, umframt tildømis Elisa Thimm úr Týsklandi og Henrietta Stenkvist úr Svøríki.
Continue reading Yannick Agnel er stóra stjørnan á EJM í Helsinki

Startlistin til EJM í Helsinki 2010

Birita DebesNú sæst startlistin til EJM 2010 her á helsinki2010.fi. Einasti føroyski luttakari er Birita Debes, sum skal kappast í 50 frí, 50 rygg, 100 rygg, 200 rygg og 50 firvald. Og lat meg heldur beinanvegin avdúka, at vit nokk ikki kunnu vænta okkum heiðursmerki, men hinvegin vónandi nøkur met.
Continue reading Startlistin til EJM í Helsinki 2010

Poltiming fer at senda LIVE frá EJM í Helsinki

Myndin her niðanfyri er júst innkomin í telduposti. Eg havi roynt at kannað á www.poltiming.pl, um talan er um bara ‘live timing’ ella eisini sjónvarps-streaming á netinum, tá ið tey tosa um “Live Transmission”, men mítt polska er tíverri eitt sindur rustað. Fylgið annars við á www.helsinki2010.fi

helsinki-live