Tað ganga 2.6 mio fólk í miðal fyri hvørt HM heiðursmerki

Skuldi tað hent seg, at Pál Joensen fær eitt HM heiðursmerki, so er tað nýtt met sæð í ljósinum av heiðursmerki per íbúgvaratal. Verandi met síðani 2003 eiga avstraliubúgvar, tá ið tey fingu eitt heiðursmerki per 1 mio fólk í HM 2005. Eitt føroyskt HM heiðursmerki er tí 20 ferðnar betri. Og tá hava vit avrundað “skeivan” veg báðu ferðirnar. Á grafinum síggja vit, hvussu heiðursmerkir eru býtt millum lond í HM 2003, ’05, ’07 og ’09.

Play-knappurin niðast til vinstru vísir, hvussu gongdin er í tíð. Tað ber til at velja gull, silvur, bronsa, fólkatal og fólk per heiðursmerki á ásunum. Eisini kann man velja millum bobblu-, stabba- og linjugraf ovast til høgru. Í bobblugrafunum kann man zooma við at trýsta og halda á vinstra músknapp inni í grafinum og draga um tað økið, man vil síggja neyvari. Litir á bobblunum, stabbunum og linjunum kunna setast eftir somu valmøguleikum sum fyri ásunum. Sí “Colour” ovast til høgru. Flugubein kunna setast við tey lond, sum hava serliga áhuga, niðast til høgru.

HM úrslit eru frá omegatiming.com.
Fólkatøl eru frá wikipedia.org.

Svøríki sendir bara 13 til HM, tí tey eru ikki betri enn tað sama

Tey sendu 19 til HM í Melbourne í 2007, men bara 13 nú til Rom, tí at “faktum är att svensk simning inte är bättre än så här just nu” (sí www.simma.nu). Liðið er tikið út av förbundskapten Thomas Jansson, og bygt upp runt fýra liðsvimjingar: 4×100 frí hjá monnum og kvinnum, umframt 4×200 frí og 4×100 blandað hjá kvinnum.
Continue reading Svøríki sendir bara 13 til HM, tí tey eru ikki betri enn tað sama

SwimmingWorld heldur eisini at søgan um Italia er verd at nevna

Handan søgan hjá Craig Lord verður eisini nevnd her í The Morning Swim Show, um at Italia risikerar at verða bannað av FINA frá HM í Rom, av tí at Italia enn loyvir sínum svimjarum at brúka Jaked J01 draktina. Tey vísa til at Craig Lord hevur tosað við onkra keldu í FINA, so tað er kanska meira enn bara villar spekulatiónir…


Continue reading SwimmingWorld heldur eisini at søgan um Italia er verd at nevna