HM 2010 verður møguliga í einum telti?

SwimNews skrivar nú, at fundir hava verið millum FINA og Hayu prinsessu av Dubai, har hon hevur lovað at heimsmeistarastevnuna á stuttgeil kann vera har í Dubai sum ætlað, nú í desember 2010. Møguliga verður stóra høllin ikki klár, sum tey ætlaðu at byggja til bæði HM á stuttgeil í 2010 og HM á langgeil í 2013. Men tey hava sína egnu “plan B” klára, at í staðin hava heimsmeistarastevnuna í einum risastórum telti á havnarlagnum í Dubai, um ikki høllin verður kár.

The suggestion is that the meet this December could be held under a giant tented construction in the marina area of Dubai, with 5,000 seats overlooking a temporary pool, according to sources close to organising the marketing side of Dubai’s many sporting events. Pretty spectacular a tented affair would be too, no doubt.

HM 2010 verður kanska í USA, heldur enn í Dubai

SwimNews.com veit nú at siga frá ónevndum keldum, at HM í 2010 møguliga verður flutt til Las Vegas ella Indianapolis í USA, um Dubai nú vegna fíggarliga trongstøðu ikki fær havt heimsmeistarastevnuna sum ætlað. FINA og fyriskipararnir í Dubai halda enn fast uppá at HM verður í Dubai um nú minni enn eitt ár, hóast hvørki svimjihøll ella kervi runt høllina er komið nakran veg enn, og hóast byggivinnan í Dubai er hart kroyst av fíggjarkreppu og eini røð av ørvitisprojektum. Og tí er tað eftir øllum at døma so, at FINA er farið undir at fyrireika eina “plan B” ætlan fyri HM í desember í 2010, ífall ætlaða høllin í Dubai ikki er klár at verða roynd á ætlaðu World Cup stevnuna har í oktober. Les SwimNews.com