Vit síggja at teir báðir Pál og Kári fara eftir øllum møguligum ‘skeivum’, so sum stutt crawl og firvald, bringu og blandað, sikkurt tí at báðir longu eru úttiknir til EKM. Meðan tey sum mangla tíðir, týðiligvís fara beinleiðis eftir teimum. Yvirhøvur er luttøkan góð, ella so mikið góð sum hon nú kann verða, eftir fráfallið síðani Rhodos.
Tag: hs stevna 2008
Fara at royna at streama frá stevnuni í vikuskiftinum
Bara so tit vita tað, so ætla Bartal og eg at royna at streama frá stevnuni í vikuskiftinum, sum liður í ætlanunum hjá SSF at fáa sett í lag webcast frá øllum svimjistevnum. Vit fara partvís at royna okkum við eini ‘stabilitets-test’, har ein telda fer at senda ‘live’ netvarp frá so nógv av stevnuni sum gjørligt, við éinum webkamera sum á FM. Og so við eini aðrari teldu royna at gera meira avanserað ting, sum at skifta millum kamera, vísa í ‘slow motion’ og ‘mixa’. Hitt fyrra verður koyrt her á svimjing.com, í tann mun sum tað riggar 🙂
Og stevnan verður áhugaverd, við tað at hon er evstamark fyri at klára kravtíðir til evropeisku meistarastevnuna og norðurlendsku juniormeistarastevnuna í desember. Vit hoyrdu í 3-2 mánakvøldið, at onkur vil royna at klára kravtíðina til EM, og onnur fara eisini at royna at klára kravtíðirnar til NJM. Onkur triði er heilt nær kravtíðunum til Oyggjaleikir, og Pál fer møguliga aftur at fara eftir metunum í bringu, um ikki tað forstýrar fyrireikingarnar til World Cup í Stockholm í næstu viku.
Størsta forðing fyri at vit kunnu streama frá stevnuni, er at vit ikki eru 110% vísir í at neyðuga internet er í høllini. Annars verður streamað, í tann mun sum teldurnar tola hitan!
Innbjóðing til HS stevnu 7-8 nov 2008
Havnar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu tann 7.-8. november 2008, fyri allar bólkar. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so tá leygarmorgunin, leygardag og sunnudag seinnapart. Í sambandi við at HS fyllir 70 ár í ár, so verður ein hugnaløta við undirhaldi og onkrum at eta, leygarkvøldið eftir kappingina, fyri svimjarar, leiðarar og hjálparfólk. Tilmeldingarnar skulu sendast til Svend Åge í seinasta lagi hóskvøldið 5. november kl 22:00. Sí annars viðfestu fílu.
Úrslit frá HS stevnuni 1. mars
Viðfestur er endaligi úrslitalistin umframt RE-fíla til WinGrodan. Úrslitið varð at Susvim vann HS stevnuna við 13 gullheiðursmerkjum, 12 silvur og 15 bronsu. Ægir varð nr 2 við 9 gull, 14 silvur og 9 bronsu, meðan Havnar Svimjifelag varð nr 3 við 8 gull, 4 silvur og 3 bronsu. Besti svimjari var Jóhannes Agnarsson úr HS, sum vann 7 gull og 1 silvur.
Innbjóðing til HS stevnu 1. mars 2008
Havnar Svimjifelag bjóðar nú til svimjistevnu 1. mars í høllini í Gundadali, fyri bólkar 1 og 2. Viðfest niðanfyri er innbjóðing og kappingarfíla, og gev gætur at innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 28. februar kl 20.00.
Helena er framtíðin
Sum tit kunnu síggja á hesum topp 10 listanum yvir FINA stig á susvim.com, so hevur unga Helena Sævarsdóttir sníkt seg heilt upp á 8. pláss millum seniorar og bólka 5 svimjarar, við at svimja 50 frí í tíðini 28.71 (=598 FINA stig). Helena er annars ikki meira enn millum tey yngru í bólki 4, so her er nokk nógv gott í væntu.
Susvim ‘vann’ HS stevnuna
Sambært mínum uppteljingum so varð tað Susvim sum vann flest heiðursmerki í Tórshavn um vikuskiftið, við Fuglafjarðar Svimjifelag sum nummar tvey og HS sum nummar trý. Tað vóru serliga tey eldru hjá Susvim sum gjørdu munin, meðan FS eigur framtíðina og HS bólk 4 og 5.
Pál setti met í 100 blandað
Pál Joensen svam á HS stevnuni í dag 100 blandað í tíðini 1:00.80, og eigur harvið nú øll tey føroysku metini í blandaðari svimjing hjá harrum. Beinir Danielsen úr FLOT átti gamla metið frá 2005, sum var 1:01.17. Pauli Ø. Mohr var eisini heilt nær at seta met í 50 frí í dag, tá ið hann svam teinin í tíðini 24.08, bara 11 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Kristiani Olsen á 23.97. Continue reading Pál setti met í 100 blandað
Pál setti føroyskt met í 100 frí
Nýggja metið er 52.30, og harvið er Pál Joensen skjótasti føroyingur nakrantíð í øllum stuttbana frígreinum uttan 50 frí. Har var sikkurt alt møguligt annað gott eisini á stevnuni, men hon varð rættiliga órógvað her móti endanum, av at EM semifinaludysturin í hondbólti millum Danmark og Týskaland koyrdi inni í HS rúminum 🙂
Eitt føroyskt met á HS stevnuni í morgun
HS stevnan kom bara heilt væl í gongd í morgun, tá ið Pál Joensen longu í øðrum riðli sett nýtt føroyskt met, við at svimja 400 blandað í tíðini 4:34.41. Aðrar tíðir vóru eisini heilt nær at metunum, tá ið t.d. Shaila millum Garðarnar svam undir 30 í 50 firvald (metið er 29.89), og Kári á Høvdanum svam umleið somu tíð sum metið hjá sær í 100 rygg.