Mitt í øllum rokanum sunnudagin, varð har líka ein løta til at tosa við Kringvarpið eisini, um úttøkuna til landsdyst og so framvegis. So vita tit hví, um tað var eitt sindur leingi at bíða 🙂
Tag: HS stevna 2010
Úrslit frá HS stevnuni 18. – 19. september 2010
Viðfestur er úrslitalistin frá úttøkustevnuni í Havn her um vikuskiftið, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Tvey juniormet vórðu sett á stevnuni, tá ið fyrsti Turið S. Christiansen setti juniormet í 400 blandað við tíðini 5:11.41, og síðani Magnus Jákupsson juniormet hjá monnum í somu grein við tíðini 4:42.49, leygardagin. 8 menn og 8 kvinnur vórðu úttikin til at umboða Føroyar á landsdysti ímóti Íslandi í Íslandi hin 9. oktober, og svimjararnir vístu yvirhøvur høgt støði.
Magnus 4:42.49 og juniormet í 400 blandað
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at seta juniormet í 400 blandað, tá ið tann teinurin varð svomin í gjár. Tíðin hjá honum var 4:42.49, har kravtíðin til at kunna seta juniormet var 4:48.41, og sostatt vóru tey tvey sum megnaðu at seta juniormet í hesum longsta teininum í blandaðari svimjing.
Startlisti til HS stevnuna 18. – 19. september 2010
Viðfestur er luttakaralistin til HS stevnu nú í vikuskiftinum 18. – 19. september. Tað sær út til at serliga Pál Joensen fær eina góða kapping, við einum 9 styrkismetingum sum nr 1 og 4 sum nr 2, umframt Magnus Jákupsson sum verður styrkismettur at verða fimm ferðir nr 1 og 2 ferðir nr 2, og Birita Debes sum verður styrkismett at verða fimm ferðir nr 1. Hartil Helena, Turið og Cecilia, sum standa til at verða nummar 1 einar 3 ferðir í part, og Tanja og Pauli sum standa til at verða nr 1 einar 2 ferðir í part.
Innbjóðing til HS stevnu 18. og 19. september 2010
Viðfest er innbjóðing til HS stevnu 18. og 19. september 2010, umframt tilmeldingarfílur. Talan er um kapping fyri allar aldursbólkar, ið samstundis er úttøkukapping til landsdystin ímóti Íslandi í Íslandi tann 9. oktober 2010. Tilmeldingar skulu sendast til Svend Åga í seinasta lagi mikukvøldið 15. september kl 19:00.
Úrslit frá HS stevnuni 24. apríl 2010
Viðfestur er úrslitalistin frá HS stevnuni nú leygardagin 24. apríl, sum html- og txt-skjal, umframt re- og lef-fílurnar til hagtalsbrúk. Um vit hyggja at heiðursmerkjabýtinum, so ‘vann’ Suðuroyar Svimjifelag stevnuna við 3 gull og 3 silvur, meðan Reki gjørdust nr 2 við 2 gull og 1 bronsu, og Havnar Svimjifelag gjørdust nr 3 við 1 gull og 2 silvur.
Myndir frá HS stevnuni í dag
Innbjóðing til SMS Flaggdagsstevnu 24. apríl 2010
Viðfest er innbjóðing frá Havnar Svimjifelag, til “SMS Flaggdagsstevnu” fyri yngru aldursbólkar okkara 1 til 4 í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin 24. apríl 2010. Kappast verður á 50 og 100 metra teinunum, umframt í 200 blandað, og í yngstu bólkunum eisini á 25 metra teinum. Onkur serlig skipan verður eisini brúkt til finaluumfarið, ið krevur at luttakararnir svimja minst 3 innleiðandi kappingar, og har finalistarnir so verða funnir við at leggja saman FINA stig frá hesum innleiðandi kappingum.
HS-stevnan 6. mars er avlýst
Teldupostur frá HS: “Vit skulu við hesum boða frá at kappingin fyri bólk 1-4, ið eftir ætlan skuldi vera í Havn 6. mars, er avlýst. Ætlanin er at halda hana seinni, men tó áðrenn FM.”
Úrslit frá HS stevnuni í gjár
Viðfestur er úrslitalistin frá svimjistevnuni í Havn í gjár, umframt úrslitafílur til hagtalsbrúk. Av frægastu úrslitum kunnu nevnast, at Turið S. Christiansen setti nýtt føroyskt juniormet í 200 bringu, við tíðini 2:41.42, og at suðuroyargenturnar Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Erna Katrin Olsen og Helena Sævarsdóttir settu nýtt føroyskt juniormet í 4×50 frí, við tíðini 1:56.59. Óluva Jacobsen úr Ægir vann sær við tíðini 1:05.02 eina silvurnál í 100 frí, og Maria á Høvdanum úr sama felag eina bronsunál í 50 frí, við tíðini 35.84. Og hartil vann Lív Erlingsdóttir Eidesgaard sær eisini eina bronsunál í 50 frí, við tíðini 35.61.