Heðin 50.82 og gullnál á SMS X-mas Sprint 2011

Heðin L. OlsenHeðin L. Olsen megnaði nú leygardagin at svimja seg til gullnál í 100 metrar frísvimjing, við tíðini 50.82 á SMS X-mas Sprint stevnuni hjá HS í Klaksvík, har gullnálatíðin er 51.14. Einans Pál Joensen og Magnus Jákupsson hava svomið skjótari enn Heðin, Pál føroyskt met 50.04 og Magnus føroyskt juniormet 50.67. Offisielli úrslitalistin er á veg – eg bíði bara eftir eini avgerð í einum ivamáli har.

Svimjiárið 2011-2012 byrjaði við einum braki

Eg setti meg í gjárkvøldið at hyggja at vinnaratíðum á úttøkustevnunum til landsdyst í 2009, 2010 og 2011, og síggi eina stóra framgongd á kvinnusíðuni, meðan mennirnir líða eitt sindur undir at Magnus er farin niður. Í meðal kravdi tað 607 stig hjá kvinnunum at vinna gull á stevnuni nú, í mun til 559 í fjør, meðan tølini hjá monnum eru ávíkavist 573 í ár og 588 í fjør.

DSC06391
Continue reading Svimjiárið 2011-2012 byrjaði við einum braki

Úrslit frá HS stevnuni 17. – 18. september 2011

Viðfestur er úrslitalistin frá SMS stevnuni í Gundadali nú um vikuskiftið, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki – 16 gull, 7 silvur og 12 bronsu – meðan Ægir vann næstflest 12 gull, 11 silvur og 7 bronsu, og Havnar Svimjifelag triðflest 6 gull, 11 silvur og 8 bronsu. Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met og juniormet í 50 frí, og Pál Joensen eisini úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt met í 200 firvald. 16 svimjarar vórðu tiknir út til landsdyst ímóti Íslandi í Klaksvík hin 8. oktober, og 5 svimjarar til luttøku á World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober.

DSC06403
Continue reading Úrslit frá HS stevnuni 17. – 18. september 2011

Tvey føroysk met og eitt junior met í morgun

Pál Joensen og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í morgun tvey nýggj føroysk met í ávikavist 200 firvald og 50 frí. Guðrun setti samstundis nýtt juniormet í 50 frí. Tíðin hjá Pál var 2:04.45. Gamla metið hjá honum frá SuSvim stevnuni í mars var 2:04.75, sum hann setti við fullskeggi.
Metið hjá Guðrun í morgun var 26.37. Gamla metið hjá henni frá FM/JM í ár var 26.40.


Continue reading Tvey føroysk met og eitt junior met í morgun

Startlisti til HS stevnuna 17. – 18. september 2011

Viðfestur er startlistin til HS stevnuna í morgin og ovurmorgin, sum er úttøkustevnan til landsdyst ímóti Íslandi hin 8. oktober, og til World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober. Í mun til seinastu stevnu ber hann týðiligt brá av álvaranum nú, við tað at svimjararnir ferð eftir ferð stilla upp í sínum bestu greinum. Ein spennandi løta verður eisini til dømis Pál í 200 firvald í morgin, sum hann longu í august var bara 7 hundraðpartar frá at seta føroyskt met í, akkurát afturkomin úr feriu.

Innbjóðing til HS-stevnu 17. – 18. september 2011

Komandi vikuskifti skipar Havnar Svimjifelag fyri svimjistevnu í Gundadali, ið er úttøkukappingin til landsdystin Føroyar – Ísland í Føroyum hin 8. oktober, og til World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober. Stevnan er ‘opin kapping’, tað vil siga at allir aldursbólkar kunnu luttaka.