Video: Turið 2:38.31 og føroyskt met í 200 bringu

Petur Heðin á Fløtti hevur lagt hesa video upp á YouTube, frá tá ið Turið S. Christiansen úr Ægir setti føroyskt met og føroyskt juniormet í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:38.31. Tíðin var samstundis yvirbevísandi kvalifisering til Oyggjaleikir, undir gulltíðina frá seinast.

Video: Birita 28.85 og føroyskt met í 50 firvald

Petur Heðin á Fløtti hevur lagt hesa video upp á YouTube, frá tá ið Birita Debes úr FLOT setti føroyskt met og føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, á úttøkustevnuni herfyri. Samstundis løtan tá ið Astrið Foldarskarð eisini úr FLOT kláraði kravtíð við éinum hundraðparti, umleið ein tíggjundapart frammanfyri Kristinu Eliasen. So tætt kann tað vera 🙂

14 svimjarar úttiknir til Oyggjaleikir

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Tá aldurnar løgdu seg í vikuskiftinum til SMS-kapping í Svimjihøllini í Havn, vóru sett 8 føroysk met og 12 juniormet, og 11 svimjarar høvdu svomið seg undir kravtiðina fyri luttøku til Oyggjaleikir á Isle of Wight. Undan kappingina høvdu 6 svimjarar klára kravtíðina, hesir báðar dagarnar komu 5 svimjarar afturat. Harumframt varð avgjørt at taka 3 svimjarar út afturat til liðsvimjingarnar.

oyl_liðið
Continue reading 14 svimjarar úttiknir til Oyggjaleikir

Úrslit frá HS stevnuni 9. og 10. apríl 2011

Viðfest eru úrslitini frá SMS stevnu í Tórshavn nú um vikuskiftið. Tilsamans 8 føroysk met og 12 juniormet vórðu sett á hesi úttøkustevnu, nú síðsta freist var at klára kravtíð til Oyggjaleikir. 5 svimjarar afturat kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir, út yvir tey 6 sum longu høvdu kvalifiserað seg undan síðstu freist, og hartil tók Svimjisambandi út 3 svimjarar afturat til liðsvimjingarnar.
Continue reading Úrslit frá HS stevnuni 9. og 10. apríl 2011

Trý ‘wildcard’ við til oyggjaleikirnar

Vit frætta úr svimjihøllini í Gundadali, at svimjisambandið hevur valt at geva trý ‘wildcard’ fyri at kunna manna stafettirnar til oyggjaleikirnar á Isle of Wight. Svimjarnir, sum hava fingið eykaplássini eru Dánjal Hestoy úr Havnar Svimjifelag, Guðrun Mortensen úr SuSvim og Heðin L Olsen úr Ægir.

Landsliðsnevndin segði í samband við kravtíðir til Áland 2009:

“Wildcard’ eigur at gevast til at kunna manna eina stafett í hvørjum kyni, um 3 aðrir svimjarar eru úttiknir.”

Dagførdi listi yvir svimjarar, sum hava klárað kravtíðirnar til oyggjaleikirnar, sær soleiðis út:
Continue reading Trý ‘wildcard’ við til oyggjaleikirnar

Turið nýtt junior og senior met í 200 bringu

Leirvíksgentan Turið S Christiansen, sum svimur fyri Ægir, setti í dag føroyskt senior og junior met í 200 bringu við tíðini 2:38.31. Gamla junior metið frá januar í ár átti hon sjálv (2:39.09), meðan gamla senior metið (2:38.93) setti Malan Vitalis Bærendsen á Oyggjaleikum í Álandi 2009. Oyggjaleikakravtíðin er 2:39.72.