Astrid kláraði kravtíð í 50 firvald meðan Birita setti FO met

Flot-genturnar Birita Debes og Astrid Foldarskarð gjørdust nr 1 og 2 í 50 firvald við tíðunum 28.85 og 29.10. Tíðin hjá Biritu er nýtt føroyskt junior og senior met, meðan tíðin hjá Astrid var 1/100 sek skjótari enn oyggjaleikakravtíðin. Astrid er sostatt við í gull-truppinum til Isle of Wight. Gamla metið hjá Biritu frá SuSvim stevnuni í mars var 28.97.

Svimjing.com møguliga svikalig seinnapartin

Eg eri á veg til Svøríkis á skeið, sum byrjar kl 18:00 danska tíð. Sum serkønur í Murphy-málum kann eg sjálvsagt beinanvegin siga, at tað er so nú at tað eventuelt koma tekniskir trupulleikar við síðuni, sum eg tá ikki fái gjørt nakað við fyrr enn einaferð í kvøld. Hartil komi eg nokk einki at skriva her fyribils frá sjálvari stevnuni, av tí at vit nú fyrst koyra, og síðani skulu á skeið nakrar tímar longu í kvøld. Soe … fylgið við á www.svimjing.com/live, so leingi sum tað nú koyrir … ella fari niðan í Gundadal og síggið lívið ordiliga ‘live’ 🙂

Magnus 55.60 og føroyskt met í 100 firvald

Ungi Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag sorlaði júst nú føroyska metið í 100 metra firvaldasvimjing, við tíðina 55.60 har metið hjá Páli Joensen frá HS stevnu í september 2009 var 56.22. Tíðin er undir oyggjaleikakravtíðina á 55.81, og undir EJM-kravtíðina fyri hansara árgang á 56.32. Og nýtt føroyskt juniormet, við tað at Magnus hevur aldur til tess. Sí úrslit.

Magnus

Turið 2:26.55 og juniormet í 200 blandað

Turið S. Christiansen úr Ægir setti her stutt eftir klokkan 9 sunnumorgun nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, við tíðini 2:26.55. Hon átti sjálv metið á 2:27.25 frá FM í fjør. Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag var 4 hundraðpartar frá juniormetinum hjá Kára í 50 rygg (undir oyggjaleikakravtíðina á 26.25), og Kristina Eliasen eisini úr HS var 4 hundraðpartar frá kravtíðini til Oyggjaleikir, har tó bæði Birita Debes úr FLOT og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag longu eru kvalifiseraðar við betri tíðum, umframt at svimja skjótari í morgun. Sí úrslit.

Turið

Cecilia juniormet í 200 frí

Eg yvirsá tíverri eitt juniormet í dag, tá ið Cecilia Eysturdal úr Ægir setti júniormet í 200 metra frísvimjing, við tíðini 2:07.91 har metið hjá henni frá Ægir stevnu í februar mánaða var 2:08.23. Tíðin er eitt sindur frá kravtíðini til Oyggjaleikir, og eisini frá kravtíðini til EJM í Beograd, men tað bilar einki við tað at Cecilia longu hevur klárað kravtíð til bæði, við juniormetinum 9:13.07 í 800 frí frá SuSvim stevnu í mars mánaða. Sí úrslit.

Petur Heðin og Cecilia

Úrskurður fyrsta dag á úttøkustevnuni

Man er púra paff her, eftir fyrsta dag á SMS stevnuni í Havn. 4 føroysk met, 5 juniormet, ein afturat undir kravtíð til EJM í Beograd, og í 4 afturat undir kravtíð til Oyggjaleikir á Isle of Wight. Í øllum førum trý av úrslitunum eru ekstremar betringar, og støðið yvirhøvur snøgt sagt flúgvandi.

go

Føroysk met

  • Magnus Jákupsson (HS) 2:03.12 í 200 rygg
  • Magnus Jákupsson (HS) 55.64 í 100 rygg
  • Eva Trygvadóttir (Ægir) 34.29 í 50 bringu
  • Pauli Øssursson Mohr (HS) 29.08 í 50 bringu

Continue reading Úrskurður fyrsta dag á úttøkustevnuni

Pauli 29.08 og føroyskt met í 50 bringu

Pauli Øssursson Mohr megnaði júst nú at seta føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, við tíðini 29.08 har metið hjá Páli Joensen frá SuSvim stevnu í mars mánaða var 29.42. Pauli hevur harvið eisini klárað kravtíð til Oyggjaleikir við tíð klárt skjótari enn gulltíðin á Álandi, har Ian Black vann við 29.31, og Pál varð nummar tvey við 29.72. Pauli hevur seinasta árið svomið fyri Havnar Svimjifelag, men er sum kunnugt úr Fuglafirði. Sí úrslit.

Pauli og Øssur

Eva 34.29 og føroyskt met í 50 bringu

Leirvíksgentan Eva Trygvadóttir úr Ægir setti júst nú føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, við tíðina 34.29 har metið hjá Katarinu Lamhauge frá Oyggjaleikum í 2009 var 34.49. Metið er eisini greitt undir kravtíðina til Oyggjaleikir, við tað at Katarina vann gull á Álandi. Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag kom eisini undir kravtíðina við 34.53, sum altso er skjótari enn silvurvinnaratíðin frá Oyggjaleikum seinast. Sí úrslit.

Eva