Magnus Jákupsson setti fyri løtu síðani føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, við tíðini 55.64, har metið hjá Kára J. á Høvdanum frá Oyggjaleikum í 2009 var 55.66. Tíðin er tískil eisini undir kravtíðina til Oyggjaleikir, við tað at Kári vann silvur í júst hesi grein, tá á Álandi á sinni. Magnus svimur fyri Havnar Svimjifelag. Sí úrslit.
Tag: HS stevna 2011
Turið 1:14.70 og juniormet í 100 bringu
Turið S. Christiansen úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, við tíðini 1:14.70, har metið hjá Tanju Skaalum frá Meistarastevnuni fyri Ung í 2010 var 1:15.22. Kravtíðin til Oyggjaleikir er 1:15.04, so hana kláraði hon eisini so væl og virðiliga. Sí úrslit.
Magnus 2:03.12 og føroyskt met í 200 rygg
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti júst nú føroyskt met í 200 metra ryggsvimjing, á Oyggjaleikaúttøkustevnuni í Gundadali. Tíðin hjá honum var 2.03.12, har føroyska metið hjá honum frá norðurlendsku juniormeistarastevnuni í desember var 2:04.82. Klárt undir kravtíð til evropeisku juniormeistarstevnuna í Beograd summar, um enn eitt vet frá kravtíðini til Oyggjaleikir. Sí úrslit.
Heðin 23.66 og undir kravtíð til EJM
Heðin L. Olsen úr Ægir vann beint nú 50 frí á Oyggjaleikaúttøkustevnuni í Havn, við tíðini 23.66 har kravtíðin hjá hansara árgangi 1994 til evropeisku meistarastevnuni í Beograd í summar er 23.85. Tey eru so nú í øllum førum fýra sum eru klár at fara til Beograd: Birita Debes úr FLOT, Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, Cecilia Eysturdal úr Ægir, og nú eisini Heðin. Sí úrslit.
Kristina 26.65 og undir kravtíð til Oyggjaleikir (!)
Oyggjaleikaúttøkustevnan byrjaði við einum braki í morgun, tá ið Kristina Eliasen árgang 1993 úr Havnar Svimjifelag vann 50 frí hjá kvinnum við 26.65, klárt undir kravtíðina til Oyggjaleikir á 26.91. Birita Debes varð nummar 2 við 26.92, men hevur longu klárað kravtíðina við sínum juniormeti 26.54 frá Ægir stevnu í februar. Sí úrslit.
Úttøkustevnan LIVE á svimjing.com/live og á iPhone
Havnarmenn hava verið so beinasamir at bílagt LiveTiming til SMS stevnuna í Havn í dag og í morgin, og eg havi tí sett www.svimjing.com/live upp til at vísa tað og chat og møgulig videobrot eisini. Hartil síggi eg nú at sviar hava gjørt eitt iPhone App til LiveTiming, so nú eru vit ordiliga mobil eisini 🙂
Stevnan er annars fyriskipað við beinleiðis finalum, sum merkir at har ikki eru til dømis innleiðandi riðlar og síðani finalur um kvøldið, men heldur at kappingarnar verða avgreiddar beinanvegin í raðfylgju, við skjótastu svimjarum í síðsta riðli av hvørjari kapping.
Fyrsti partur byrjar í morgun kl 10, næsti partur seinnapartin kl 16:30, síðani aftur í morgin kl 9 og seinnapart sunnudag kl 16:00. Einaferð eftir partin sunnudag vita vit so vónandi hvørji sum verða úttikin til Oyggjaleikir. Sí annars innbjóðing til úttøkustevnuna.
Luttakaralisti til HS-stevnuna 9. og 10. apríl 2011
Viðfestur er startlistin til SMS-stevnu í Havn nú leygardagin og sunnudagin 9. og 10. apríl 2011, sum er síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir, eisini kallað úttøkustevnan. Tey sum longu hava klárað kravtíð eru Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, umframt Birita Debes úr FLOT, Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, og Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen úr Ægir.
Innbjóðing til HS stevnu 9. og 10. apríl 2011
Viðfest er innbjóðing til SMS-kapping í Tórshavn hin 9. og 10. apríl 2011, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er evsta freist til at klára kravtíðir til Oyggjaleikir 2011, sum verður á Isle of Wight hin 25. juni til 1. juli 2011. Til nú hava 6 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir: Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, umframt Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen úr Ægir.
Úrslit frá HS stevnuni 5. februar 2011
Viðfest eru úrslit frá svimjistevnuni í Havn í dag. Samlaða úrslitið varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flestu heiðursmerki, 40 gull, 31 silvur og 13 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest 23 gull, 19 silvur og 13 bronsu, og Ægir vann triðflest 16 gull, 16 silvur og 21 bronsu. Mest vinnandi svimjarin var Húni Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag sum vann 8 gull og 4 silvur, meðan mest vinnandi gentan var Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag sum vann 7 gull, 1 silvur.
Continue reading Úrslit frá HS stevnuni 5. februar 2011
Startlisti til HS stevnuna 5. februar 2011
Her er startlistin til HS stevnuna í morgin, 5. februar 2011. Eru rættingar kunnu tit ringja til Sámal á tlf. 214328