Pál sett tvey nýggj føroysk met í dag

Pál Joensen hevur í dag sett tvey nýggj føroysk met, á SMS-stevnuni í Gundadali sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Fyrst setti hann føroyskt met í 200 firvald við tíðini 2:03.96, har hansara gamla frá HS-stevnu í september var 2:04.45, og síðani soraði hann metið hjá sær í 200 blandað, við at svimja 2:01.97 har hansara gamla met frá Oyggjaleikum í 2009 var 2:04.41. Les meira her á Suðurrás

DSC_0165

Startlisti til HS stevnuna 14. – 15. apríl 2012

Viðfestur er startlistin til SMS stevnuna í Gundadali í vikuskiftinum, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er kombinerað ‘opin’ stevna fyri okkara vanligu kappsvimjarar, og ‘masters’ stevna fyri teir meira tilkomnu. Og hartil síðsti kjansur at kvalifisera seg til EM í Debrecen í mai.

DSC00794

Har er nokk so nógv áhugavert í startlistanum, Pál Joensen fer at svimja einar 13 kappingar, Jón Bjarnason tvær, Shaila millum Garðarnar verður eisini at síggja, og Elma Ósa, umframt ein rúgva at teimum í dag meira vanligu nøvnunum.