Úrslit frá SMS jólastevnuni hjá HS hin 21. desember 2013

Viðfestur er úrslitalistin frá SMS Xmas Sprint stevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali í gjár, leygardagin hin 21. desember 2013. Ein hugnalig síðsta kapping í ár har bestu avrik vóru Markus Pauli Joensen 23.91 í 50 frí (611 FINA stig) og 59.84 í 100 blandað (610 FINA stig). Eg tók video av síðstu kappingini, 6×50 frí fyri lið har bæði venjari og leiðari eisini skuldu svimja; hon kemur um eina løtu.

Ægir vann mest á HS-stevnuni 2. og 3. nov. 2013

Svimjifelagið Ægir vóru greitt oftast í oddinum, nú svimjistevna var í Havn í vikuskiftinum; 16 fyrstapláss í mun til 11 hjá vertunum, serliga í kraft av at Birita Debes vann 5 kappingar. Suðuroyar Svimjifelag var týðiligvís skert av hóttanini um verkfall, sum so allíkavæl ikki bleiv til nakað; men tó so var mest vinnandi svimjarin hjá monnum Eyðbjørn Joensen úr SuSvim. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag stóð fyri besta avrik yvirhøvur, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing megnaði at svimja teinin uppá 15:43.63 sum gevur 731 FINA stig, meðan besta avrik hjá kvinnum var Birita Debes við 29.01 og 695 FINA stigum í 50 rygg.

DSC02603
Continue reading Ægir vann mest á HS-stevnuni 2. og 3. nov. 2013

Signhild vann riðilin uttan at brúka armarnar

Signhild Joensen úr Ægir gjørdi nakað óvæntað í 2. riðli í 200 frísvimjing tá hon frá byrjan legði seg á ryggin og sparkaði seg fyrst á mál. Tíðin hjá henni var 2:45.42, nakað spakuligari enn Cecilia, Victora, Lív og hinar í 3. og síðsta riðli, men ikki sørt imponerandi at svimja so skjótt uttan brúk av ørmum. Sí video av riðlinum her.

Startlisti til SMS-stevnu í Tórshavn hin 2. og 3. november 2013

Viðfestur er startlistin til HS-stevnuna nú leygardagin og sunnudagin 2. og 3. november 2013, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Gundadali. Hendan stevnan er seinasta freist at klára kravtíð til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna sum verður í Tórshavn hin 6. til 8. desember 2013, og til Evropeisku Meistarastevnuna á Stuttgeil sum verður í Herning í Danmark hin 12. til 15. desember 2013.

Innbjóðing til SMS stevnu í Havn hin 2. og 3. november 2013

Viðfest er innbjóðing til SMS kapping í Havn hin 2. og 3. november 2013, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Har stendur oktober í innbjóðingini, men tað er ein prentvilla. Svimjistevnan er ‘opin’, tað vil siga ikki aldursbýtt, men skipað soleiðis at bara ein bólkur er hjá monnum og ein hjá kvinnum, har øll tey sum hava hug at luttaka so annars kunnu luttaka, líkamikið aldursbólk. Kravtíðarskipanin til NJM og NM í Havn hin 6. – 8. desember er ikki fastløgd enn, men hendan stevna verður mest sannlíkt ein hin seinasti møguleikin at gera vart við seg sjálvan, áðrenn landsliðini verða úttikin.

Our last meet of the year 2012

Úrslit frá fyrsta degi á SMS kappingini 14. og 15. september 2013

So er svimjiárið 2013-2014 offisielt byrjað; niðanfyri eru úrslitini viðfest frá svimjistevnuni í Gundadali í morgun og í dag. Bestu úrslit í dag vóru Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag sum megnaði 4:00.13 og 695 FINA stig í 400 frí, og Birita Debes úr Ægir sum megnaði 29.47 og 663 FINA stig í 50 rygg. Tey kappast víðari í morgin sunnudag frá klokkan 13:15.