Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti nú tíðliga sunnumorgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 4:55.81. Poula Øssursdóttir Mohr átti føroyska metið á 4:57.64, frá Ægir-stevnu í 2013, meðan Sára sjálv átti juniormetið á 4:59.32 frá SuSvim stevnu í mars mánaða.
Tag: HS stevna 2015
Úrslit frá HS-stevnuni í dag
Her er úrslitini frá HS-stevnuni í Gundadali í dag, nú vit eru komin hálvan veg við hesari síðstu freist at klára kravtíðir til Oyggjaleikir á Jersey og EJM/EL í Baku.
Video frá úttøkustevnuni í dag
Her eru nakrir riðlar frá SMS úttøkustevnuni til oyggjaleikir og Baku, sum Havnar svimjifelag skipar fyri hetta vikuskiftið. Fleiri svimjarir svumu undir kravtíð millum annað Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr HS í 400 frí hjá monnum (riðil 3, geil 4); Astrið Foldarskarð (HS), Jonna Bjartalíð Thomsen (Ægir) og Lív Eidesgaard (HS) í 50 firvald (riðil 4, geil 3, 4 og 2); Alvi Hjelm (Ægir) og Bartal Hestoy (HS) í 200 blandað (riðil 1, geil 4 og 3) og Sára R. Nysted úr Susvim í 200 blandað (riðil 2, geil 3).
Tíðin hjá Sáru R. Nysted í 200 blandað var 2:19.78, sum sær út til at vera nýtt føroyskt met og junior met. Tó, úrslitini her skulu takast við fyrivarni tí tey eru ikki váttaði. Gamla metið hjá Poulu Ø. Mohr frá NM 2012 var 2:20.21.
Innbjóðing til HS stevnu 18. – 19. apríl 2015
Viðfest er innbjóðing til SMS-kapping í Havn hin 18. og 19. apríl 2015, sum samstundis er síðsta freist her heima at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Jersey í summer. Tilmeldingarfreistin er 14. apríl kl 20:00.