Allarviktigast: “Keep an eye on them”
Tag: ian thorpe
Ian Thorpe útnevndur heiðursdoktari
Ian Thorpe varð í dag útnevndur til heiðursdoktari á Macquarie University í Sydney, fyri síni avrik innan ítrótt, vælgerð og rættindi hjá upprunafólkinum í Avstralia. Lesið til dømis The Guardian
Talan hjá honum er her
Ian Thorpe í vanda fyri at missa førleikan í vinstra armi
Nógv av tykkum hava sikkurt fylgt við í trupulleikunum sum Ian Thorpe og Grant Hackett hava stríðst við í seinastuni, har báðir hava verið innlagdir, Thorpe fyri depressión og Hackett fyri avhengiheit av sovipillarunum Stilnox. Men hesir trupulleikar blikna í mun til akuttu støðuna hjá Thorpe, har hann nú er innlagdur á intensivu deild, við vanda fyri at missa førleikan í vinstra armi. Lesið Sydney Morning Herald, og sí video niðanfyri.
Ian Thorpe á ‘rehab’, og nú váttar umboðsmaðurin
The Sydney Morning Herald skrivar her, at løgreglan í Sydney fekk Ian Thorpe á viðgerðarstovu, eftir at fólk høvdu kallað teir til tí at hann gekk og mól á gøtuni.
Thorpe’s manager, James Erskine, confirmed to Fairfax Media that Thorpe had been taken from Bankstown Hospital to a rehabilitation clinic.
Umboð fyri Ian Thorpe avnokta nú søguna um depressión og alkoholtrupulleikar
Lesið til dømis The Sydney Morning Herald. Umboðsmaðurin hjá Ian Thorpe avnoktar nú søguna frá í gjár um at Ian Thorpe varð innlagdur við depressión og rúsdrekkatrupulleikum. Tað var økslin sum hevði fingið skaða.
Ian Thorpe innlagdur við depressión og rúsdrekkatrupulleikum
Avstralska svimjilegendan Ian Thorpe varð sambært The Herald Sun innlagdur á sjúkrahúsi í Sydney í gjárkvøldi, at fáa viðgerð fyri depressión og rúsdrekkamisnýtslu. Hann hevur fyrr avdúkað, millum annað í bók, hvussu hann í síni svimjikarrieru stríddist við depressión, og er nú eftir øllum at døma fingið tilbakafall, eftir miseydnaðu royndini at koma við til OL í London í 2012.
Ian Thorpe kom ikki víðari í 100 frí
Ian Thorpe kom ikki víðari frá innleiðandi í 100 frí, og sostatt brast síðsta vónin hjá honum at luttaka í London í summar. Tíðin hjá Thorpe, 50.35, rak bert til eitt 21. pláss, 20/100 sekund frá eitt semifinalupláss. Thorpe sá ógvuliga skuffaður út, tá hann sá tíðina hjá sær, og tók sær so góðar stundir at koma upp úr hylinum, at næsta hitið bleiv blást í gongd, áðrenn hann var uppi á turrum. Les meira á theaustralian.com.au
Thorpe legði ov hart út í 200 frí
Jim Wilson hjá Seven News sigur, at Ian Thorpe legði ov hart út í semifinaluna.
Thorpe megnaði ikki at koma í finaluna í 200 frí
Thorpe bleiv nr 12 í semifinaluna. Tíðin hjá honum 1:49.91 var spakuligari enn hansara innleiðandi tíð í nátt (1:49.16). Thorpe segði aftaná, at teir seinastu 100 m vóru harðir.
“The last 100 was a struggle, I’m not sure why. This was slower than what I swam this morning, probably the inexperience of racing in the last 18 months held me up. The fairytale has turned into a nightmare. I’m really grateful for everyone’s support, they’ve been great. Hopefully I’ll be faster (in the 100m).”
Continue reading Thorpe megnaði ikki at koma í finaluna í 200 frí
Thorpe fær vánalig odds áðrenn úrtøkustevnu
Ian Thorpe skal royna at kvalifisera seg til OL komandi vikuskifti í Adelaide, Avstralia. Men útlitini eru ikki góð ífylgi spælistøðum.
Spæl | Ja | Nei | Spælistað |
Klárar Thorpe at koma í 100 frí finalu? | 8.00 | 1.05 | www.tab.com.au |
Klárar Thorpe at koma í 200 frí finalu? | 2.75 | 1.40 | www.tab.com.au |
Kvalifiserar Thorpe seg til OL? | 2.60 | 1.45 | www.sportsbet.com.au |
Continue reading Thorpe fær vánalig odds áðrenn úrtøkustevnu