Doug Frost vandi Ian Thorpe frá tí at Thorpe var átta ára gamalur, til hann í 2002 hevði sett 17 heimsmet, vunnið trý OL gull í Sydney 2000, og mangt mangt annað. Nú fer Frost til Bretlands at verða venjari í einum av teimum 5 elitusentrunum sum tey seta upp har, kallað “British Swimming Intensive Training Centre (ITC)”. Les SwimNews.dk
Tag: ian thorpe
Ian Thorpe roynir seg sum kunstmálari
Sum tit kunnu lesa t.d. her á news.com.au, so vænta tey at ein málningur hjá Ian Thorpe kann seljast fyri millum 7700 og 10300 amerikanskar dollarar, tá ið han fer á uppboðssølu hjá Sotheby’s í Hong Kong tann 5. oktober. Yvirskotið fer til eina verkætlan kallað “Right to Play China”, sum arbeiðir fyri at styrkja heilsu og útbúgving hjá kinesarum gjøgnum ítrótt.
(Photo courtesy of adidas)
Continue reading Ian Thorpe roynir seg sum kunstmálari
Gusmao dopingdømd, Thorpe fríkendur
Brasilska Rebeca Gusmao hevur eftir øllum at døma dopað seg við testosteron (mannligt kynshormon), og kann tí vænta sær tvey ára karantenu um B-prøvin eisini er positivur. Hin vegin hevur FINA avgjørt at gevast við kanningunum av avstralska Ian Thorpe, sum annars eisini varð ákærdur fyri at hava tikið testosteron og annað.
Lesið um Rebeca Gusmao á SwimNews og SwimInfo, og í Ekstrablaðnum enntá við mynd av hennara veldigu yvirarmum. Tíðindini um Ian Thorpe eru at lesa her á SwimInfo.
Thorpe reinsaður
Ekstra Bladet skrivar nú her at avstralski antidoping myndugleikin ASADA hevur reinsað Ian Thorpe fyri allar ákærur um doping, sum annars hava verið frammi síðani franska blaðið L’Equipe í marts ákærdi Thorpe fyri doping.
Franska L’Equipe ákærir Thorpe fyri doping
So er tað tað, er svimjingin ‘rein’? Franska avísin L’Equipe skrivar sambært Eurosport at ein dopingroynd hjá avstralska Ian Thorpe vísir óvanliga høg virði av testosteron (mannligt kynshormon) og onkrum øðrum hormon kallað ‘leutenising’, sum tó bæði eru náttúrlig at hava í kroppinum, í lægri nøgdum. Thorpe mótmælir sjálvsagt harliga, og sigur seg hava sett eina æru í netupp at hava verið ‘reinur’ og arbeitt móti doping.
Eurosport skrivar tó í øðrum tíðindum, at avstralsku antidoping-myndugleikarnir siga onga orsøk vera til halda at Thorpe var dopaður. “Media reports that an athlete has failed a drugs test are simply incorrect.”.
Eisini áhugavert , at hálendski venjarin Jaco Verhaeren traðkar fram og verjir Thorpe, hóast tað sum so ikki er nakað beinleiðis samband millum teir báðar (Verhaeren er venjari hjá m.ø. Pieter van der Hoogenband). Hann skeldar avísina út fyri at skriva sovorðið bara fyri at dálka um karrieruna hjá Thorpe, uttan yvirhøvur at hava kontakta Thorpe fyrst.