Ægir-svimjarin Krista Mørkøre hevur ikki ligið á latu síðuni, fyri tað um vit ikki hava hoyrt frá henni síðani fríggjadagin. Í gjár vann hon bronsu í 400 frí við 5:51.29 og silvur í 50 bringu við 47.01, og í morgun vann hon bronsu í 200 frí við 2:48.25, bronsu í 100 bringu við 1:42.09 og bronsu í 200 blandað við 3:28.06. Tilsamans hevur hon harvið vunnið eini 3 silvurheiðursmerki og 5 bronsuheiðursmerki á stóru German Open meistarastevnuni í Berlin.
Tag: IDM 2011
3-2 um luttøkuna hjá Kristu á German Open 2011
Tey í Kringvarpinum vóru skjót her, at finna fram tilfar frá seinast Krista luttók á German Open, og siga frá luttøkuni nú. Dan er for kul á motorsúkklu !! 🙂
Krista koyrir á í Berlin
Krista Mørkøre hevur í morgun svomið 100 frí og 50 firvald, á German Open svimjistevnuni í Berlin. Í 100 frí svam hon seg undir EM kravtíðina við einum sekundi, tá ið hon megnaði at svimja 100 frí á langgeil uppá 1:15.08. Og í 50 firvald betraði hon seg imponerandi niður á 46.42 á langgeil, har hennara besta stuttgeilatíð var 49.90. Í báðum greinum vann hon silvur, afturat bronsuheiðursmerkinum í 50 frí frá í gjár.
Krista kláraði kravtíð til EM í summar
Krista Mørkøre kláraði fyri løtu síðani kravtíð til EM fyri brekað í summar, á stóru German Open svimjistevnuni í Berlin. Tíðin hjá Kristu var 35.11 sekund í 50 frí á langgeil, har kravtíðin til EM í summar var 35.63, sum rakk til bronsuheiðursmerki í hennara bólki. Kravtíðir til EM skulu klárast í 50 metra hyli, sum var orsøkin til at Krista fór til netupp hesa stevnu, so tað er super hjá henni at klára eina longu í fyrstu kapping. EM í svimjing fyri brekað verður í somu høll sum Krista svimur í netupp nú, Europasportpark Berlin hin 3. til 10. juli 2011.
Krista til Berlin at kappast á German Open
12 ára gamla Krista Mørkøre úr Ægir fer í morgin at luttaka á 25. Internationalen Deutschen Meisterschaften í Berlin, sum er altjóða svimjistevna fyri brekað við einum 450 svimjarum úr 30 londum. Hon skal luttaka í 50, 100, 200 og 400 frí umframt í bringusvimjing, frá í morgin 28. apríl til og við sunnudagin 1.mai. Sí www.isb.fo.